Fótbóltur

Eitt undur skal til á Anfield

Uttan útivallarmál og uttan Salah og Firmino, skal Liverpool venda uppgerðini móti Barcelona.

Gomul liðfelagirnir skulu uppaftur móti hvørjum øðrum í kvøld - Coutinho og Barcelona hava ein stóran fyrimun (Mynd: EPA)

Gomul liðfelagirnir skulu uppaftur móti hvørjum øðrum í kvøld - Coutinho og Barcelona hava ein stóran fyrimun (Mynd: EPA)

2019-05-07 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir sigurin hjá Manchester City á Leicester í gjárkvøldið sær tað út til, at Liverpool verður ov stutt í harða stríðnum enska meistaraheiti. Liðið hjá Klopp hevur havt eitt sera gott kappingarár í Premier League og droymdi um at koma í Champions League-finaluna annað árið á rað. Eftir 3-0 ósigurin á Camp Nou mikukvøldið sær tað tó ógvuliga tungt út hjá Liverpool, ið er uttan Mohammed Salah, Roberto Firmino og Naby Keita í kvøld.

Luis Suarez og Philppe Coutinho eru aftur á Anfield, har teir vóru stjørnur. Júst Suarez skoraði fyrsta málið í fyrru hálvfinaluni; annars var tað Messi, ið var í fokus. Serliga frálíka frísparkið til 3-0 var merkisvert. Nú skal Liverpool royna at halda Messi og co. burtur og samstundis skora minst trý mál. Um Barcelona fær eitt mál, skal Liverpool fáa minst fimm mál, og tí skal óvangliga nógv til hjá heimaliðnum. Alt kann tó henda; serliga á Anfield.

Champions Leage - 2.hálvfinalan
20.00: Liverpool - Barcelona - (TV3+/Viaplay)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder