Fótbóltur

El Clasico avgerandi fyri finalupláss

Barcelona og Real Madrid spæla seinnu hálvfinalu í Copa Del Rey á Santiago Bernabeu í kvøld.

Tað plagar at vera inntenst, tá Barca og Real hittast, og tað verður tað allarhelst eisini í kvøld
(Mynd: EPA)

Tað plagar at vera inntenst, tá Barca og Real hittast, og tað verður tað allarhelst eisini í kvøld (Mynd: EPA)

2019-02-27 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesari vikuni eru tvær El Classico-uppgerðir á skránni. Báðar eru á Santiago Bernabeu, og tann fyrra er í kvøld. Talan er um seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. 

Tann fyrra hálvfinalan varð leikt fyrst í februar. Tá endaði tað við 1-1 javnleiki í einum fínum dysti, og hetta er til fyrimuns fyri Real Madrid. Liðið fekk eitt útivallarmál við, og tað kann fáa týdning í kvøld. 

Barcelona er oddalið í La Liga og hevur níggju stig niður til arvafíggindan á 3. plássi. Harvið er katalanska liðið á veg ímóti enn einum meistaraheiti, men um Messi og co. skulu hava møguleikan at endurvinna Copa Del Rey, so skal ein sigur ella málríkur javnleikur til í kvøld. Real hevur gott útgangsstøði í Champions League, men hungrar eftir at vinna steyp í heimlandinum. 

Lagt er upp til ein ógvuliga spennnadi dyst í kvøld, har alt er uppá spæl hjá stórfeløgunum. 

20.00: Real Madrid (1) - Barcelona (1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder