Fótbóltur

El Clasico: Fyrra hálvfinalan verður í kvøld

Arvafíggindarnir bresta saman í hálvfinaluni í Copa Del Rey - fyrra uppgerðin verður á Camp Nou í kvøld.

Seinast Barcelona og Real Madrid hittust kostaði tað venjaranum hjá Real arbeiði
(Mynd: EPA)

Seinast Barcelona og Real Madrid hittust kostaði tað venjaranum hjá Real arbeiði (Mynd: EPA)

2019-02-06 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá tað í seinastu viku gjørdist greitt, at Real Madrid og Barcelona bæði høvdu vunnið seg víðari í sponsku steypakappingini, var spenningur um liðini mundu fara at hittatst í hálvfinaluni, ella lagt varð upp til eina møguliga finalu ímillum arvafíggindarnar. Tað gjørdist til tað seinna, og í kvøld vitjar Real Madrid í Katelonia. 

Liðini spældu har síðst í oktober. Tá vann Barcelona ein knúsandi 5-1 sigur, ið førdi við sær, at Julen Loptegui fekk sekkin í kongafelagnum. Barcelona hevur eisini fyrimunin í La Liga. Barca er oddalið - átta stig frammanfyri Real Madrid, ið er á 3. plássi.

Tað er oftast ógvuliga inntenst í hesum dystunum, og nógv stendur uppá spæl aftur í kvøld. Barcelona hevur vunnið finaluna fýra ferðir á rað. Seinast liðið ikki lyfti steypið var í 2014, tá Gareth Bale tryggjaði Real Madrid sigurin í finaluni í Valencia.

Barcelona tapti fyrru fjórðingsfinaluna fyri Sevilla, men vann heili 6-1 í seinnu uppgerðini. Real Madrid vann greitt á Girona yvir tveir dystir. Barcelona er ein lítil favorittur í kvøld, men tað verður helst stórur spenningur um, hvør røkkur finaluni av hesum báðum stórfeløgunum. Hetta er fyrsta El Clasico av trimum innan komandi mánaðin. 

20.00: Barcelona - Real Madrid

Betis og Valencia eru í hinari hálvfinaluni. Teyr spæla fyrru uppgerðina í Sevilla í annaðkvøld.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder