Hondbóltur

Eli Thorsteinsson nýggjur formaður í Kyndli

Eli kemur inn í nevndina saman við Kristoffuri Kristoffersen, og harvið eru nú átta limir. Broytingarnar vórðu samtyktar á eykaaðalfundinum í gjár.

Nevndin í Kyndli (Mynd: Kyndil)

Nevndin í Kyndli (Mynd: Kyndil)

2021-04-09 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil hevði í gjár eykaaðalfund.

Á skránni var ímillum annað ein broyting av grein 4 í viðtøkum felagsins, soleiðis at tal av nevndarlimum broytist frá 4-6 til 5-10. Aðalfundurin tók einmælt undir við hesari broytingini.

Í hesum sambandi varð nevndin eisini víðkað - tveir nýggir limir vórðu valdir í nevdina hjá 65-ára gamla hondbóltsfelagnum.

Talan er um Eli Thorsteinsson og Kristoffur Kristoffersen. Tað gjørdist eisini greitt, at Eli er nýggjur formaður í Kyndli, og at allir hinir nevndarlimirnir halda fram - millum annað Maibritt Johannesen, ið hevur verið forkvinna í næstan fýra ár.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Eli Thorsteinsson, formaður
Eyðun Mortensen, næstformaður
Eyðfinn Guttesen, kassameistari
Salua Manai, skrivari
Maibritt Johannesen, nevndarlimur
Súsanna K. Hansen, nevndarlimur
Kristoffur Kristoffersen, nevndarlimur
Kristina Háberg, nevndarlimur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder