Fótbóltur

Elias: - Einki hongur saman hjá okkum

Vit spæla heilt illa og brenna ótrúliga illa, staðfestir vónbrotni spælskiparin eftir stórtapið í Final Four. - Hetta var ein ræðulig uppliving, og vit hava hava ótrúliga nógv, sum skal betrast til í morgin.

Um nakað líknandi ikki skal henda aftur í morgin, so skulu vit tosa um nógv og betra um nógv skjótt, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir 30-18 tapið fyri Barcelona - her eftir tapið í Skopje í síðsta mánaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Um nakað líknandi ikki skal henda aftur í morgin, so skulu vit tosa um nógv og betra um nógv skjótt, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir 30-18 tapið fyri Barcelona - her eftir tapið í Skopje í síðsta mánaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-08 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin): Tað var sjálvandi ein ógvuliga hugtungur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum Portalurin hitti í "Mixed Zone" í stóru Lanxess-høllini fyri løtu síðani. Hetta var nakað eftir seinasta bríksl, men eitt 30-18 tap í einari hálvfinalu rakar hart. Vit spurdu fyrst føroyingin, hvat tað serliga var, sum Kiel ikki rakti í dag móti Barcelona. 

- Vit raka sum so einki. Vit spæla av hundanum til og brenna so nógv afturat eisini. Vit hava heilt ótrúliga nógv, sum skal betrast til í morgin, um nakað líknandi ikki skal henda aftur.

Elias vísir til bronsudystin móti týsku meistarunum Magdeburg, sum verður spældur her klokkan 14 føroyska tíð í morgin. Sjálvsrannsakan er neyðug í spælarahópinum og venjarahópinum, og annað skinn skal av álvara takast um bak, staðfestir 22-ára gamli føroyingurin, sum eisini átti síni mistøk í dag:

- Vit mugu alvorliga taka okkum saman. Hetta var ein ræðulig upppliving(...) um vit ikki vilja hava eina slíka í morgin, so hava vit nógv, sum vit skulu tosa um. 

Les meira um dagsins dyst her: Barcelona setti Kiel so dyggiliga uppá pláss

At spæla so illa og brenna so illa er ein ring samanseting, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu til endans.

- Har er einki, sum hongur saman hjá okkum. Tá vit afturat tí brenna alt....teir hava tveir ógvuliga góðar málverjar, tað vita vit. Men at brenna so nógv er óvanligt.

Málverjarnir hjá Barcelona høvdu samanlagt tjúgu bjargingar. Kiel skoraði 18 mál, ið er tað lægsta í einari Champions League-hálvfinalu í 24 ár. Støddin á sigrinum er eisini óvanliga høg á hesum stignum.

Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln - í dag, leygardagin 8. juni

THW Kiel - Barcelona 18-30 (9-15)

Dystargongdin:
5 min: 1-4 
10 min: 5-4
15 min: 6-8
20 min: 6-9 
25 min: 8-12 
30 min: 9-15
35 min: 11-18
40 min: 14-20
45 min: 14-22
50 min: 17-27
55 min: 17-29
60 min: 18-30

Hagtøl hjá Eliasi:
Mál: 1 (4 skot)
Upplegg: 
3
Tekniskar villur: 3
Verjuatgerð, sum førdi til vunnan bólt: 1 

Aalborg Håndbold - SC Magdeburg 28-26 (11-11)

Les eisini: Aalborg koppaði Magdeburg eftir gysara

Í morgin, sunnudagin 9. juni
Bronsudystur (14.00): THW Kiel - Magdeburg
Finala (17.00): Aalborg - Barcelona

Báðir dystirnir verða vístir á DR

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder