Fótbóltur

Elias: - Vit skulu spæla við um steypini

HB hevur leigað U21-landsliðsmiðverjan, sum sigur seg vera komnan har til á yrkisleiðini, at hann skal hava spælitíð í vaksnamannafótbólti.

2024-02-29 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í januar var leiguavtala gjørd millum Hvidovre og HB um Elias Rusborg. Ungi miðverjin er uppvaksin í Danmark, men mann er føroysk. Elias hevur harvið familju í Føroyum, og er hann higartil skrásettur fyri 23 U-landsdystir fyri Føroyar

Elias Rusborg hevur spælt átta ferðir á U21-landsliðnum men ikki á besta liðnum hjá Hvidovre enn, og nú snýr tað seg sanniliga eisini um vaksnamannafótbólt fyri at halda fram við menningini. Tað skal verjuspælarin stríðast fyri í HB, sum hann kennir eitt sindur.

- Eg eri komin har til á mínari yrkisleið, at eg skal hava spælitíð. HB vísti áhuga, og hóast spælararnir ikki eru teir somu, sum tá eg var her seinast, so kendi eg sjálvandi eitt sindur til felagið frá seinast, eg vandi við her. Hetta er eitt spennandi felag, sum setur sær stór mál. Og tað hóskar væl til mín. Eg haldi at tað sær spennandi út við nýggja venjaratoyminum, sigur Elias við hb.fo

Tá fótbólturin, vegna korona, lá stillur í Danmark á vári 2021, kom Elias til Føroya. Har helt hann seg í gongd við at venja við besta liðnum hjá HB - tvey ár seinni kom ein avtala í lag.

Sí eisini: HB fær helst tveir U21-landsliðsspælarar í hópin

[object Object]
Elias Rusborg í U21-dysti móti Andorra (Mynd: Sverri Egholm)

HB lýsir sín nýggja miðverja á hendan hátt:

- Elias Rusborg er miðverji. Hansara styrki er avgjørt í nærdystum og í luftini. Harumframt er hann eisini góður á bóltinum, og luttekur í upbyggjandi spælinum. Og hann er ikki ein, ið smæðist burtur. Honum dámar væl at stýra verjuni og hoyrist væl á vøllinum.

Fyri 21-ára gamla miðverjan snýr tað seg bæði um minuttir og at spæla við, har sum tað er stuttligt: 

– Eg skal sum sagt hava spælitíð, so mítt mál er at bíta meg fastan á liðið. Og tá vil eg gera mítt fyri at vit skulu vera við í toppinum, og spæla við um steypini. Felagið er so mikið stórt, at tað skulu vit. Og so gleði eg meg eisini til europeisku avbjóðingarnar í summar.

Steypavinnararnir úr HB skulu spæla stórsteypadyst móti KÍ leygardagin klokkan 17.30 á Tórsvølli.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder