Tað seinasta av teimum seks umførunum í bólkaspælinum í European League varð spælt týskvøldið. Seks føroyingar hava spælt í bólkaspælinum, og tað var longu greitt áðrenn dystirnar í gjár, at tríggir fóru at sleppa víðari til miðumfari, meðan tríggir spældu sín seinasta dyst í kappingini í ár.
Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu (THW Kiel) og Vilhelm Poulsen (TSV Hannover-Burgdorf) tryggjaðu sær 1. plássi í sínum bólkum við sigrum í gjár.
Vilhelm Poulsen varð spardur til dystin í Slovakia vegna snudd - týska liðið vann trygt.
Tað vann THW Kiel eisini. Charles Bolzinger í málinum hjá Montepellier gav Kiel ávísar trupulleikar (14 bjargingar), men Andreas Wolff bjargaði uppaftur fleiri (18), og týska heimaliðið lat eisini bert 18 mál inn.
Álopsspælið hjá Kiel var heldur stirvið fyrstu løtuna, men so kom Elias Ellefsen á Skipagøtu inn. 23-ára gamli føroyski profilurin gjørdist toppskjútti í dystinum við 6 málum og legði upp til 7 mál. Harvið aftur stóran leiklut hjá hoyvíkinginum og Kiel endaði við fullum stigatali.
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast ovast ella á Youtube-rásini hjá EHF. Snilt upplegg hjá Eliasi sæst á 0.40 og eitt gott mál frá 2.42.
Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF høvdu vunnið bólkin frammanundan trygga sigrinum í gjár - har skoraði høgri vongurin sjey ferðir.
Liðini hjá Dánjali Ragnarsson (Fram) og Tróndi Mikkelsen (Karlskrona) endaðu uttan nakað stig í bólkaspælinum í næststerkastu evropeisku kappingini. Tróndur og teir vóru nær við nakrar ferðir - eisini í gjár - men føroyingurin hevur verið skaddur seinastu vikurnr. Dánjal var skaddur fyrstu dystirnar í bólkaspælinum men hevur síðani gjørt ein vørr í nøkrum dystum: Í gjár skeyt bakspælarin trý mál móti Elverum í Noreg.
Ísak Vedelsbøl skoraði eissini trý mál, tá Sävehof vann í Danmark. Hetta var tó ikki nóg mikið hjá svenska liðnum at koma víðari: Fredericia endaði eitt stig frammanfyri, í sama bólki sum Hannover-Burgdorf vann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald