
Tað er ein nýggjur veruleiki fyri føroyska spælskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann livir nú dreymin í týska stórfelagnum THW Kiel. Elias hevur í summar skift úr svenska IK Sävehof, har hann í trý ár hevur verið ein stjørna.
Nú hevur 21-ára gamli hoyvíkingurin eina rúgvu av spælarum rundanum um seg, sum hava ógvuliga høgt stig og nógvar dygdir. Ein annar spælskipari í hópinum er kroatiski stórspælarin Domagoj Duvnjak - fyrrverandi stórspælarin Filip Jicha er venjari.
Elias á Skipagøtu fer av álvara at fáa seg royndan. Í venjingardystunum hevur nummar 71 spælt nógv og eisini víst seg væl fram. Í kvøld er eitt steyp uppá spæl, áðrenn tað í vikuskiftinum er fyrsta bríksl í Bundesliguni.
THW Kiel vann Bundesliguna, ið má metast sum besta deildin í heiminum, síðsta kappingarár. Rhein-Neckar Löwen vann steypakappingina, og harvið hittast liðini í kvøld í stórsteypadysti í Düsseldorf.
Dysturin bryjar klokkan 18, og sæst hann millum annað á TV3 MAX og Viaplay. Spennandi verður hvussu stóran leiklut Elias Ellefsen á Skipagøtu fær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald