Hondbóltur

Elias endaði við einum braki

Javnsettur toppskjútti og millum annað eitt ógvuliga flott einstaklinga mál í seinasta dystinum hjá Kiel í 2023 (Sí video her).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-12-21 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið tungt hjá THW Kiel til tíðir í hesum kappingarárinum. Týska stórfelagið hevur tapt heldur nógvar dystir og er nakað frá Magdeburg og Füsche Berlin, við Hákuni West av Teigum í hópinum, ið eru púra jøvn í stríðnum um gullið.

Seinastu vikurnar hava tó verið góðar. Eftir greiða sigurin á Hannover-Burgdorf í gjárkvøldið hevur Kiel vunnið átta sigrar á rað í Bundesliguni - seinasta tapið var móti júst Hannover-Burgdorf 9. november.

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi stóran leiklut í Wunderino Arena í gjárkvøldið. 21-ára gamli hoyvíkingurin skoraði seks mál og gjørdist harvið javnsettur toppskjútti í 34-20 sigrinum.

Serliga eitt mál var flott hjá føroyska spælskiparanum: Armurin var júst komin upp, hann var ein ímóti einum á bakk-plássi, og snúraði seg framvið mótsstøðupælara. Elias kastaði seg fram, og liggjandi - ikki "rættvendur" móti málinum - fekk nummar 71 snilt slept bóltinum í málið hjá Hannover-Burgdorf umvegis gólvið.

Málið sæst ovast í greinini

Kiel fer í jóla- og EM-frí á 4. plássi. Í januar skal Elias Ellefsen á Skipagøtu stríðast fyri Føroyar í júst Týsklandi.

Sí eisini: Tríggjar vikur til fyrsta brakið í Berlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder