Hondbóltur

Elias er javnsettur toppskjútti í Bundesliguni

49 mál í 6 dystum merkja, at eingin hevur skorað meira enn Elias Ellefsen á Skipagøtu higartil í "sterkastu landskappingini í heiminum".

Hinir báðir, sum hava skorað 49 mál, hava skorað yvir helmingin av málunum við bortskøstum. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki skotið brotskast í Bundesliguni 2025/2026 (Mynd: daikin.hbl.de)

Hinir báðir, sum hava skorað 49 mál, hava skorað yvir helmingin av málunum við bortskøstum. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki skotið brotskast í Bundesliguni 2025/2026 (Mynd: daikin.hbl.de)

2025-09-26 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

THW Kiel er í løtuni á tindinum í fremst týsku kappingini, og millum teir ovastu á máltinginum er føroyski spælskiparin hjá stórfelagnum.

Á daikin-hbl.de stendur Elias Ellefsen á Skipagøtu ovastur av øllum. Hann og royndi høgri bakkurin hjá Stuttgart, Kai Häfner, hava 49 mál í seks dystum - beint yvir átta mál í miðal. Häfner hevur tó skorað 26 mál við brotskasti hetta kappingarárið.

[object Object]
Mynd: daikin-hbl.de

Ómar Ingi Magnusson hevur eisini skotið 49 mál, men íslendingurin hevur spælt ein dyst færri. Ómar Ingi hevur tó, eins og Kai Häfner, skorað meira enn helmingin av hesum málunum við brotskøstum (27).

Elias Ellefsen á Skipagøtu er fyrsti brotskastsskjútti á froyska landsliðnum, men í Kiel skýtur hann ógvuliga sjálvand. Av teimum 49 landskappingarmálunum í ár, hevur 23-ára gamli hoyvíkingurin ikki eingongd skorað eitt brotskast.

Hetta ger avrikið hjá nummar 71 uppaftur flottari. At Elias á Skipagøtu fer at liggja ovast á topsskjúttalistanum við kappingarlok er ósannlíkt - ein sum Mathias Gidsel (nummar fýra nú) fer helst at yvirhála - men tað at vera byrjaður so væl er ógvuliga flott og eitt týðandi grundarlag fyri Elias og Kiel. 

- Eg kenni meg ógvuliga væl í løtuni. Eg spæli nógv og havi ongan skaða. Tað mest týðandi er, at vit ikki hava mist nakað stig enn, staðfesti Elias Ellefsen á Skipagøu fyrr í vikuni.

Í gjár vann Kiel sætta sigurin av seks møguligum í Bundesliguni. Elias Ellefsen á Skipagøt skoraði fýra mál og legði upp til trý mál í trygga sigrinum á GWD Minden. Kiel spælir aftur sunnudagin 5. oktober móti Rhein Neckar Löwen.

Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel renna víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder