Fótbóltur

Elias er nú EB/Streymari

19-ára gamli Elias Gilstón El Moustage hevur í dag skrivað undir eitt-ára sáttmála við felagið, sum hann hevur royndarvant við seinastu tvær vikurnar. Leikarin við 29 U-landsdystum hevur ongantíð spælt í vaksnamanndeild í Føroyum áður.

Elias í U19-landsydsti móti Fraklandi í Køge í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Elias í U19-landsydsti móti Fraklandi í Køge í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-19 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann vandi fyrst við B36 í nakrar dagar, áðrenn hann fór at royna seg í EB/Streymi. Í venjingardystinum móti NSÍ fríggjakvøldið spældi miðvallarin allar 90 minuttirnar, og sambært ebstreymur.fo vísti Elias Gilstón El Moustage seg so mikið væl fram, at felagið hevur valt at gera sáttmála við hann. Talan er um ein eitt-ára sáttmála.

Les eisini: Elias El Moustage skal venja við B36

- Elias er føddur í Danmark, men hevur føroyska mammu. Pápin er úr Marokko, hagani eksotiska eftirnavnið stavar. Fyri nøkrum árum síðani búði Elias eitt skifti á Tvøroyri, men er annars uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt fótbólt við AaB (U15-16-17) og Thisted FC (U19). Hann hevur eisini spælt nakrar dystir við besta liðnum hjá Thisted FC, sum spælir í donsku 2. deild.

Soleiðis lýsir heimasíðan hjá EB/Streymi nýggja leikaran, sum ikki áður hevur spælt vaksnamannafótbólt í Føroyum. 19-ára gamli Elias El Moustage hevur spælt á øllum ungdómslandliðunum hjá Føroyum, fyriuttan U21, og er skrásettur fyri 29 dystir á FaroeSoccer. Elias El Moustage var U17-landsliðnum til EM-endaspælið í Kroatia í 2017.

[object Object]Elias saman við Fróða Reinert Petersen, formanni í EB/Streymi (Mynd: eb/streymur.fo) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder