Hann er skrásettur fyri heili 29 U-landsdystir síðani 2016, og Elias Gilstón El Moustage var í 2016 og 2017 partur av U17-landsliðnum, sum skrivaði søgu og spældi seg til EM-endaspælið í Kroatia.
Ein part av ungdómsárunum spældi Elias, ið hevur føroyska mammu og pápa úr Marokko, við TB. Í nøkur ár var hann partur av ungdómsdeildini hjá AaB í Danmark, áðrenn hann skifti til Thisted, ið ikki er so langt frá Aalborg. Har hevur hann spælt á U19-liðnum, men er síðani í fjør summar eisini skrásettur fyri seks dystir á besta liði felagsins, ið spælir í triðbestu deildini.
Nú fer 19-ára gamli miðvallarin aftur at búgva og spæla í Føroyum. Tað er framvegis óvist, hvat felag Elias fer at umboða, men í fyrstu syftu skal hann venja nakrar ferðir við B36 - tað verður nú rundan um nýggjárið. Tað hevur Portalurin fingið váttað. B36 gjørdi 2. jóladag sáttmála við ein annan fyrrverandi AaB-leikara, Mathias Trane.
Eftir venjingarnar við B36 skal EB/Streymur eisini hyggja nærri eftir unga leikaranum. EB/Streymur hevur í vetur fingið tilgongd av Ronni Møller-Iversen. Greitt er, at Bárður Olsen ikki heldur fram - miðvallarin fer komandi ár helst at umboða B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald