Fótbóltur

B36 fingið danskan miðvallara í hópin

27-ára gamli Mathias Trane hevur umboðað bæði AaB. liðfelagið við Gilla Rólantsson, og OB, liðfelagið við Jóan Símun Edmundsson, í Superliguni, har hann er skrásettur fyri 40 dystir. Í 2020 hevur hann spælt í næstbestu deildini í Danmark.

Mathias Trane spældi í árunum 2014-2016 við Aab, har hann spældi saman við millum annað Gilla Rólantssyni Sørensen

Mathias Trane spældi í árunum 2014-2016 við Aab, har hann spældi saman við millum annað Gilla Rólantssyni Sørensen

2020-12-26 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur í kvøld kunngjørt sín fyrsta styrk til komandi kappingarár.

Talan er um ein miðvallara við Superligaroyndum: B36 hevur gjørt eitt-ára sáttmála við 27-ára gaml miðvallaran Mathias Trane.

Hann er uppvaksin í HIK - í Hellerup ið er tætt við Keypmannahavn.  Frá 2014 til 2016 spældi hann við Aab, har hann var liðfelagi við millum annað Gilla Rólantsson. Har gjørdist talan um átta dystir í Superliguni. Talan gjørdist um fleiri dystir í OB - 32 - har Mathias Trane spældi til 2018. Tað var í sama tíðarskeiðið, sum Jóan Símun Edmundsson var í felagnum.

Síðani hevur miðvallarin, ið er 1.91 metur høgur og verður lýstur sum ein skilagóður og tekniskt dugnaligur miðvallari á Facebook-síðuni hjá B36, umboðað millum annað barnsdómsfelagið. Í ár hevur Trane spælt við Nykøbing í næstbestu donsku deildini, og harvið var hann eitt stutt skifti liðfelagið við áleyparan hjá HB, Mikkel Dahl, ið veruliga hevur gjørt vart við seg, síðani hann kom til Føroyar í juli. 

- Við Mathias fáa vit ein hartarbeiðandi og dugnaligan miðvallara, sum setur hørð krøv til sín sjálvan og sum er svangur at royna nýggjar avbjóðingar. Hann styrkir væl um hópin og hansara royndir á høgum støði koma heilt víst hópinum til góðar.

Hetta sigur Dan Brimsvík við Facebook-síðuna hjá B36. Nýggi venjarin fegnast um, at tað hevur eydnast B36 at fáa hendan leikara í hópin. Mathias

- Eg eri glaður og errin av, at nú kunna kalla meg B36-leikara. Eg síggi fram til eitt spennandi kappingarár, har eg vil geva mítt íkast til, at vit sum lið uppná málsetningin hjá felagnum, og geva áskoðarunum nakað at fegnast yvir - sum teu hava uppiborið, sigur Mathias Trane við facebook-síðuna hjá B36 (umsett úr donskum. red)

Michal Przybylski og Stefan Radovaljevic eru farnir til HB og Árni Frederiksberg til KÍ. Ivamál er um aðrar leikarar, sum vóru í hópinum hjá B36 í ár. Bárður Olsen verður helst partur av hópinum komandi ár. Sum skilst er hetta ikki seinasti útlendski styrkurin hjá B36.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder