Hondbóltur

Elias er svenskur steypavinnari

Hetta er greitt, eftir at Sävehof seinnapartin spældi javnleik í seinnu finaluni móti Lugi - tí fyrru vunnu Elias á Skipagøtu við sjey málum. Føroyingurin varð toppskjútti og kosin besti leikari í dag. Hann endaði tó dystin við at fáa beinleiðis reytt kort.

Toppskjúttin Elias Ellefsen á Skipagøtu fær heiður eftir finalusigurin í dag (Mynd: IK Sävehof)

Toppskjúttin Elias Ellefsen á Skipagøtu fær heiður eftir finalusigurin í dag (Mynd: IK Sävehof)

2022-02-05 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað snúði seg um at fáa tað staðfest og gjørt liðugt seinnapartin hjá svensku meistarunum, tá Lugi vitjaði í Partille Arena. IK Sävehof vann mikukvøldið fyrra finaludystin í svensku steypakappingini, sum var á útivølli. Tá varð úrslitið 30-37.

Í steðginum í dag hevði heimaliðið eina fýra-máls leiðslu, og tískil tyktist eingin ivi longur verða um, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir fóru at gerast svenskir steypavinnarar.

Elias, ið skoraði sjey mál í Lugi mikukvøldið, spældu aftur væl í dag. Hann gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við seks málum uppá 40 minuttir og varð kosin besti leikari hjá heimaliðnum. Tað ávirkaði harvið ikki nakað, at hann í seinna hálveiki fekk beinleiðis reytt kort, fyri at taka í armin á mótstøðuleikara, ið var í skotstøðu.

Dysturin endaði 27-27, og harvið vann liðið úr Partille 64-57 samanlagt, og teir í gulum og svørtum kundu fegnast aftaná og lyfta steypið. Nú verða eyguni vend móti landskappingini aftur, har Sävehof er oddalið.

19-ára gamli føroyingurin hevur nú roynt at vunnið bæði svenska meistaraheiti og svensku steypakappingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder