2022-02-03 08:29

Føroyski hondbóltsspælarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, er væl á veg at vinna svensku steypakappingina í hondbólti.
Liðið hjá Eliasi, Sävehof, spældi í gjárkvøldið fyrra finaludystin móti Lugi. Hóast útivøll vann Sävehof dystin 37-30.
Leygardagin verður annar finaludysturin spældur.
Elias á Skipagøtu skjeyt sjey mál í dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald