Fótbóltur

Elias: Hetta var forferdligt og nakað lort - men takk til áskoðararnar

- Tey eru fantastisk, staðfestir toppskjúttin í kvøld. Vit blíva betri og betri, men brenna ov illa og gera dýr mistøk. - Tað var beinleiðis flovisligt hjá Montenegro, og tað ávirkar eitt sindur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-20 22:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Tað ávirkaði føroyingar nakað, tá teir sóu avrikið hjá Montenegro, og at Sveis vann við 17 málum.

Hetta staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu, men nummar 71 er skjótur at leggja afturat, at hetta kunnu teir einki gera við, og at tað framvegis var á føroyskum hondum í kvøld:

- Tað var beinleiðis flovisligt, men vit fáa ikki gjørt nakað við tað. Vit kundu avgjørt tað sjálvir, men tað røkkir ikki...og tað var forferdligt.

Sí eisini: Eftir sveisiskan stórsigur: Føroyar skuldu hava stig móti Slovenia

Smáting avgjørdu hendan dystin, heldur spælskiparin. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísir serliga á, at brend skot (samanlagt 19) kostaðu. 

Sjálvur var hann toppskjútti við 9 málum men brendi eisini fimm skot. Og Føroyar brendu ov nógv frí skot, samstundis sum nøkur ting ikki hingu saman í verjuni.

23-ára gamli Kiel-spælarin endar tó við at takka føroysku áskoðarunum: Teimum sum hava verið í Noreg og rópt og skrálað í eina viku - og øllum sum hava fylgt spent við í Føroyum.

- Uttan tykkum hevði tað ikki verið so gott. Tit eru fantastisk.

Les eisini: Taptu bólkafinaluna og mistu Malmö-møguleikan

--------------------------------------------------------

3. og seinasta umfar í bólkinum
Týsdagin 20. januar

Montenegro - Sveis 26-43 (16-22)

Føroyar - Slovenia 27-30 (15-16)

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min:4-7
15 min: 5-8
20 min: 9-11
25 min: 11-13
30 min: 15-16
35 min: 18-18
40 min: 20-21
45 min: 22-24
50 min: 22-25
55 min: 24-28
60 min: 27-30

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 7
Hákun West av Teigum 4
Teis Horn Rasmussen 2
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Allan Norðberg 1

Gagnnýtisprosent (skot/mál): 58 (27/46)

Til samanberingar hevði Slovenia 73 prosent (30/41) og uppaftur hægri í opnum spæli, tí liðið brendi trý bortsløst (Føroyar brendu 1)

Bjargingar:
Føroyar:
10/39 (Beint undir 25 prosent)

Slovenia: 14/41 (43 prosent) - harav bjargaði Miljan Vujovic 10 skotum. Teimum flestu  í 2. hálvleiki

Støðan í bólki D - tvey lið fara nú víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Sveis 3 stig (+14) *
-------------------------------
3. Føroyar 3 stig (+10)
4. Montenegro 0 stig - 

* Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder