Tað var ein blandaður føroyskur dagur í stóra Bundesliga-brakinum í Berlin seinnapartin, sum til endans var væl meira neiligur enn jaligur.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var annars ein av teimum, sum gjørdi stóran mun fyri THW Kiel. Útiliðið kom afturum 5-0 og skoraði als ikki fyrstu átta minuttirnar. So smátt kom spælið í gongd, og tá Elias kom á vøllin eftir umleið eitt korter setti 21-ára gamli hoyvíkingurin beinanvegin meira ferð á.
Føroyski spælskiparin gav verjuni hja Füchse Berlin nógv høvuðbrýggj: Hetta við kvikum fótskifti, spælskili, góðum alveringum og snildni. Tvær tekniskar villur og tvey brend skot vóru, men samanlagt skoraði Elias á Skipagøtu trý mál og legði upp til sjey mál. Umframt hetta var tað nummar 71, sum fekk sett fleiri góð álop hjá Kiel upp.
Tað var 18-18 í steðginum í undirhaldandi og inntensa dystinum. Útiliðið var á odda í løtum í 2. hálvleiki, men so líðandi tók Füchse meira yvir við einum flúgvandi Mathias Gidsel og kann iðra seg um, at tað endaði 32-32. Tað var 32-30, tá beint undir tveir minuttir vóru eftir, men Kiel tryggjaði sær javnleik.
Skaðastúran um føroyska spælskiparan
Tá var Elias farin av vøllinum. Ikki vegna avrikið, men eftir 45 minuttir fekk føroyingurin ein stoyt, tá Max Darj takklaði hann harðliga, beint sum Elias Ellefsen á Skipagøtu legði upp til eitt mál. Føroyingurin haltaði aftureftir, og tók sær til knæðið og gav tekin til beinkin, tá spælið steðgaði.
Elias fór líka úr sjálvari leikhøllini í men kom skjótt innaftur og sat á bonkinum og hugdi eftir restina av dystinum. Hann tykiskt ganga fínt eftir dystin, men hevði eitt hvørt bind um knæðið.
Kiel hevur fyrru Champions League-fjórðingsfinaluna móti Montpellier mikukvøldið, og møguliga var tað fyribyrgandi, at Elias á Skipagøtu ikki kom inn til seinastu løtuna - hann kann gerast týdningarmikið í kappingini, har Kiel hevur góðar heiðursmerkjamøguleikar. Tað hevur liðið ikki í Bundesliguni.
Elias í Max Schmelling Halle í summar, tá føroyska U21-landsliðið tapti HM-fjórðingsfinaluna fyri Serbia. Nú var høllin í Berlin møguliga aftur karmur um keðiliga føroyska løtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað elvir tó til stóra stúran og nógvar spurningar frá føroyingum, nú avgerandi dystirnir um HM-pláss nærkast. Ávíkavist 17 og 21 dagar eru til dystirnar móti Norðurmakedónia, og um knæðið darvar Elias aftur, so kann tað hava álvarsamar avleiðingar fyri føroysku møguleikarnir.
Ein annar spælari, sum hevur hevur ovurstóran týdning fyri landsliðið, er høgri vongurin Hákun West av Teigum. Hans Lindberg er framvegis fyrstaval í Berlin og spældi danin fullan dyst - og skoraði fimm mál í dag. Hákun spælir tó helst nakað týskvøldið, tá Füchse Berlin skal spæla móti fronsku steypavinnarunum Nantes týskvøldið.
Javnleikurin í dag kann gerast dýrur, nú seks umfør eru eftir av Bundesliguni. Füchse Berlin og Magdeburg hava eins nógv stig, men Magdeburg er frammanfyri og hevur eisini ein dyst færri enn liðið hjá Hákuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald