Hondbóltur

Elias og Kiel koppaðu Champions League-vinnarunum og oddaliðnum

Føroyingurin spældi ein frálíkan 2. hálvleik, tá Kiel fekk yvirtakið móti Magdeburg. Hákun West av Teigum skoraði fýra mál, og mótstøðuliðið fekk reytt kort, tá Füchse nærkaðist 1. plássinum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu stóð fyri nógvum hjá Kiel, tá liðið fekk glið á spælið eftir steðgin

Elias Ellefsen á Skipagøtu stóð fyri nógvum hjá Kiel, tá liðið fekk glið á spælið eftir steðgin

2026-02-15 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um ein frálíkan sunnudag hjá føroysku landsliðsspælarunum í Bundesliguni.

Hjá Kiel var tað serliga slagið av sigri: Móti oddaliðnum og Champions League-vinnarunum við frálíkum avriki í 2. hálvleiki. 

Hetta hevur týdning fyri Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel í stríðnum um Champions League-pláss, men frástøðan upp til Füchse Berlin og 2. plássið, sum gevur CL-pláss, er hin sama. Hetta tí høvuðsstaðarfelagið sum væntað vann heimadystin móti Stuttgart 37-32.

Fimm mál vóru á muni, Hákun West av Teigum var kaldur og skoraði uppá øll síni fýra skot, og Stuttgart fekk heili trý beinleiðis reyð kort - øll fyri sløg í andlitið.

Sí øll tey reyðu kortini og hæddarpunktini ananrs úr Berlin niðanfyri:

Hákun West av Teigum skoraði fýra av fýra, legði upp til eitt mál og vann ein bólt í vejrustøðu

Sí dómaraseðilin her

Í Kiel var dysturin eisini merktur av inntenstieti og nógvum hørðum takklingum - millum annað fingu Elias Ellefsen á Skipagøtu og øksl hansara harða viðferð.

Har varð tó einki reytt kort givið, fyrrenn dysturin so at siga var avgjørdur. Og hóast sløg og hóast Elias ikki spældi væl fyrsta korterið, so vístu føroyingurin og Kiel klassan í 2. hálvleiki.

THW skeyt bert 10 mál móti sterku Magdeburg-vejuni í 1. hálvleiki, men so kom álvara glið á. Føroyski spælskiparin átti av álvara sín leiklut í hesum: Hann skoraði fýra mál, legði upp til fýra mál afturat og vann Kiel trý brotskøst -nærum alt hetta eftir steðgin.

Fleiri av atgerðunum vóru flottar, Elias á Skipagtøu tók stóra ábyrgd móti oddaliðnum, og bjóðaði ferð eftir ferð av. Tað endaði 31-29

Ein søtur Kiel-sigur, sum mekrir, at oddastríðið er harðnað - serliga um 2. plássið og seinna Champions League-plássið. Kiel er á 5. plássi, men bert tvey stig frá Füchse sum hevur spælt ein dyst fleiri. Hákun og teir hava nú fýra stig upp til 1. plássið.

Sí støðuna í Bundesliguni her

Í gjár, leygardagin, vunnu Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf á Wetzlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder