Fótbóltur

Elias og teir mistu á stokkinum

Javnt 27-27 í oddadystinum í Champions League millum Aalborg og THW Kiel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-22 23:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað endaði 27-27 í oddadystinum í Champions League millum Aalborg Håndbold og THW Kiel.

Liðini hittust fyri viku síðani, og tá blivu Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir í THW Kiel smurdir av 27-18. Hesaferð, í Gigantium í Aalborg, gekk betur hjá týskarunum.

THW Kiel førdi 17-13 í steðginum. Men í seinna hálvleiki mistu teir leiðsluna spakuliga, og síðst í dystinum fekk Mikkel Hansen við brotskasti at leggja Aalborg á odda 28-27. Danska stjørnan brendi, og tá Kiel ikki megnaði at skora tað, sum var eftir av dystinum, stóð á jøvnum 27-27, tá 60 minuttir vórðu leiktir.

[object Object]Hugtungir Kiel-leikarar. Elias Ellefsen á Skipagøtu til høgru (Mynd: EPA)

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði eitt brotskast í dystinum.

Javnt er í bólkinum. THW Kiel er framvegis á odda við 11 stigum. Á øðrum plássið er Aalborg við 10 stigum, og síðani liggja Kolstad, PSG og Szeged á einum deildum triðja plássi við níggju stigum.

Nummar eitt og tvey í bólkinum koma beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Tey fýra liðini frá triðja til sætta pláss sleppa víðari til sekstandapartsfinalurnar.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]Mikkel Hansen fekk møguleikan at avgera dystin, men tók ikki av (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder