Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum eru á javnsettum triðjaplássi í EM-endaspælinum eftir bólkaspælið. Á listanum yvir upplegg og "málstig, ið eru mál og upplegg samanlagt, er Elias greitt ovast.
Talvur: EHF
Fleiri av teimum 23 EM-málunum hjá Eliasi vóru heilt flott, og aftur í gjár kom føroyski spælskiparin á listan hjá EHF yvir topp-5 mál á einum leikdegi.
Her kundi man í roynd og veru valt meira enn eitt mál hjá nummar 71 móti Póllandi, men ikki óvæntað kom málið til 23-23, tá Elias á Skipagøtu vendir skeivt við.
Tað sæst frá 0.33 á videobrotinum hjá EHF omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald