2021-05-18 22:18
19 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu er saman við Sävehof svenskur meistari. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá triðja finalan millum Sävehof og Skövde varð leikt.
Sävehof hevði undan hesari triðju finaluni av fimm møguligum vunnið tvær, og tískil skuldi bert ein sigur til afturat.
Úrslitið í dystinum í Partille í kvøld gjørdist 30-27 til Sävehof. Elias á Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál.
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur er við á liði, sum vinnur svenska meistaraheitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald