Frammanfyri næstan 6.000 áskoðarum fylgdust Føroyar og Svøríki tríggjar fjórðingar av dystinum. Men seinasta korterið gjørdu føroyingarnir av álvara bart, og spældu uppaftur meira sannførandi enn undanfarnu 45 minuttirnar og í flottu sigrunum undanfarnu dagarnar. Føroyingarnir vóru ísakaldur í avgerandi støðuni og vístu aftur sínar nógvu dygdir.
(Pauli Jacobsen hevur verið ógvuliga stinnur sum aftasti skansi í kappingini - Mynd: Harald Bjørgvin)
Talan var um eitt ógvuliga flott liðavrik, men áðrenn allir leikararnir og teir í venjaratoyminum fingu gullheiðursmerki, vórðu perónligir heiðrar givnir. Pauli Jacobsen hevur staðið eina frálíka kapping, og í finaluni hevði føroyski málverjin 15 bjargingar. Hann vann eisini væl uppiborið heiðurin sum besti málverji. Hákun West av Teigum kom eisini á All Star-liðnum. Hann hevur skorað nógv góð mál av høgra vonginum, og hann skoraði í 2. hálvleiki í dag fýra týdningarmikil mál. Tveir sviar, tveir ungarar og ein hvítarussi vóru eisini á All Star-liðnum, og ein íslendingur fekk heiðurin sum besti verjuleikari.
(Hákun West av Teigum varð kosin besti høgri vongur - Mynd: Harald Bjørgvin)
Pauli og Hákun eru liðfelagar í Skanderborg, og triðji føroyski leikarin úr felagnum var toppskjútti í European Open við heili 70 málum. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið heilt framúr hesa kappingina, og tann mest umráðandi leikarin á sterka føroyska liðunum - gullvinnarunum. Í dag tók Elias aftur ábyrgd við 11 málum, og einasta orsøkin til at hann ikki var á All Star-liðnum var, at hann kosin MVP: Mest virðismikli leikari i kappingini. Tað er helst eingin ivi um, at hetta er so fult uppiborið. Vit eiga harvið besta leikaran og besta liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald