Hondbóltur

Elias toppskjútti tá Sävehof spældi seg í finaluna

Ungi føroyski landsliðsleikarin skoraði níggju mál í stórsigrinum í triðju hálvfinaluni fyrr í kvøld. Eftir uppgávurnar við landsliðnum skal Elias Ellefsen á Skipagøtu spæla finalur um svenska meistaraheitið.

Hoyvíkingurin skoraði samanlagt 22 mál í teimum trimum hálvfinalunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hoyvíkingurin skoraði samanlagt 22 mál í teimum trimum hálvfinalunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-23 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til Svøríkis sum eitt stórtalent, ið nógv varð væntað av, og spælskiparin hevur ikki verið eitt vónbrot á nakran hátt. 

Síðani Elias Ellefsen á Skipagøtu kom aftur frá skaða, hevur hann støðufest seg sum ein týðandi leikara hjá IK Sävehof, og í teimum trimum hálvfinalunum hevur hoyvíkingurin skorað 22 mál - beint yvir sjey í miðal - og landsliðleikarin hevur fingið sett spælið hjá liðnum væl upp. 

Í kvøld gjørdist Elias toppskjútti við níggju málum, tá Sävehof vann heili 40-27 á Lugi. Nummar 67 hjá teimum í gulum var millum annað ógvuliga tryggur við sínum brotskøstum. Í SM-hálvfinalunum snýr tað seg um at koma fyrst upp í trý, og neyðugt varð bert við trimum hálvfinalum. Heimaliðið var greitt omaná í Partille í kvøld - í stegðinum var 20-12. 

Elias og hinir hava verið sannførandi og skulu eftir landsliðssteðgin spæla ímóti Skövde ella Kristianstad í finalunum. Fyrst verða uppgávurnar hjá 18-ára gamla spælskiparunum Kekkia og tvær ferðir Russland, við A-landsliðnum í næstu viku


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder