Hondbóltur

Elias var gandakendur í fyrstu hálvfinaluni

Føroyski spælskiparin var greiður toppskjútti við tólv málum og fann viðleikararnar væl, tá Sävehof vann 31-26 á Ystads. Næsta SM-hálvfinalan verður mánakvøldið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi í avgerandi føroyska sigrinum á Ukraina í síðstu viku - hann heldur fram, har hann slepti í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi í avgerandi føroyska sigrinum á Ukraina í síðstu viku - hann heldur fram, har hann slepti í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-04 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu vil enda sína tíð í Sävehof við manér. Hetta tykist í øllum førum greitt eftir seinastu avrikunum at døma.

Hoyvíkingurin var kosin besti spælari í Svøríki fyri apríl, hevur verið tann mest árinamikil (effektivi) av øllum í SM-endaspælinum, og nú eftir EM-undankappingarsteðgin legði hann út sum eitt óløgi.

IK Sävehof tók í kvøld ímóti Ystads IF í Partille. Hetta var fyrsta hálvfinalan, og 20-ára gamli føroyingurin gjørdi bart við heili 12 málum og 8 uppleggum. Hann varð greiður toppskjútti í fimm-málssigrinum, og Sävehof skýrdi avrikið “gandakent” á sínum sosialu miðlum, eins og nógv rós kom uttanfrá.

Elias fer til THW Kiel í summar, men roynir at fáa enn eitt svenskt meistaraheitið í hús. Tveir sigrar skulu til til aftrurat - hálvfinala nummar tvey í røðini verður í Ystads mánakvøldið 8. mai.

17-ára gamli liðfelagin og systkinabarnið, Óli Mittún, skoraði eitt mál í kvøld. Sävehof vann 31-26. Í steðginum var tað +2 til føroyingaliðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder