Annað

Elin og Greta vunnu finaluna á Icehorse Festival í Herning

Tað eydnaðist eisini væl hjá Sólrun og Ljósálfi, sum gjørdust nummar 37 av 89.

Elin og Greta (Mynd: Føroyskt Íslandsrossafelag)

Elin og Greta (Mynd: Føroyskt Íslandsrossafelag)

2019-04-07 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

4. - 7. Apríl var Equsana Arena í Messucentrinum í Herning karmur um altjóða ríðikappingina fyri íslandsross, IceHorse Festival.

Úr Føroyum vóru tríggir luttakar: Elin V. Tindskarð, Rakel B. Tindskarð og Sólrun H. Poulsen.

Sólrun H. Poulsen reið við hesti sínum, Ljósálfi, og varð hetta fyrsta altjóða kapping hennara.

Í einum felti, sum taldi fleiri sterk altjóða nøvn, eydnaðist tað Sólrun og Ljósálfi at gerast nummar 37 av 89, og endaðu tey sostatt væl omanfyri miðjuna.

Sólrun H. Poulsen sigur, sambært Føroyska Íslandsrossafelagnum, at bæði hon og hesturin vóru sera spent at kappast frammanfyri so nógvum fólkum, men at tey bæði hava lært nógv av luttøkuni.

[object Object]

Sólrun og Ljósálfur

Tað kann tó ikki sigast annað enn at hetta er eitt sera flott úrslit hjá teimum báðum, vónandi síggja vit tey skjótt aftur til altjóða kapping, sigur Føroyska Íslandsrossafelagið.

Tað gekk eisini væl hjá Elini V. Tindskarð, sum reið á ryssuni Gretu. Tær vunnu T 4 kappingina. Tær vóru bestar í innleiðandi, men í finaluni fingu tær harða kapping frá reiðbólkum úr Týsklandi og Danmark. At enda vunnu tær, og munurin til nummar tvey var tó einans 0,11 stig.

Elin V. Tindskarð var sera fegin um sigurin og at nýggja ryssan hjá henni er so góð, longu í hennara fyrstu kapping. Vit onnur kunna eisini gleðast um, at vit nú aftur hava fingið eitt par á høgum altjóða støði. Hetta boðar vónandi frá onkrum góðum, skrivar Føroyska Íslandsrossafelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder