Lesararnir hjá Ellivu hava, saman við einum venjarabólki og einum fjølmiðlabólki, valt Toda Jónsson og Rógva Jacobsen sum bestu áleypararnar í altjóða tíðarskeiðnum hjá føroyska landsliðnum.
Ellivu hevur í ár skipað fyri eini atkvøðugreiðslu, um hvørjir hava verið teir bestu føroysku landsliðsspælararnir, síðani vit fingu altjóða limaskap í 1990. Nú er liðið fullmannað.
Í fyrstu útgávuni í ár bleiv málverjin valdur. Her vann Jákup Mikkelsen plássið í harðari kapping við Jens Martin Knudsen og Gunnar Nielsen. Jens Martin Knudsen vann plássið á bonkinum.
Í aðru útgávuni var eisini hørð kapping um plássini. Í verjuna komu Pól Thorsteinsson, Jóannes Jakobsen, Óli Johannesen og Jens Kristian Hansen. Á bonkinum eru Atli Gregersen og Jónas Tór Næs.
Mitt á miðjuni eru Fróði Benjaminsen og Brandur Hendriksson. Í høgru er Sølvi Vatnhamar, og í vinstru er Christian Lamhauge Holst. Í álopinum blivu valdir Todi Jónsson og Rógvi Jacobsen.
Á bonkinum sita Jens Martin Knudsen, Atli Gregersen, Jónas Tór Næs, Hallur Hansson, Kári Reynheim og Jóan Símun Edmundsson.
Nýggja útgávan hjá Ellivu er í handlunum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald