Sum liður í at menna føroyskar læknar og fysioterapeutar, sum í stóran mun fáast við ítróttarskaðar, er landsliðslæknin og læknasamskiparin hjá FSF, Elmar Ósá, farin undir útbúgving hjá UEFA, nevnd "Doctor Education Program"
Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Seinnapartin fríggjadagin vóru nakrir av læknunum og fysioterapeutunum, ið eru knýttir at ymsu fótbóltslandsliðunum, á skeiði í FSF-húsinum í Havn. Undirvísari var Elmar Ósá. Skeiðini eru partur av útbúgvingini, sum hann er í gongd við.
Partur av útbúgviingini hjá Elmari snýr seg um at hava skeiðir fyri læknum og fyioterapeutum. Her í FSF-húsinum í gjár (Mynd: fsf.fo)
UEFA bjóðar sínum sersambondum at útbúgva ein lækna eftir teirra leisti. Áður hevur Pero Soré tikið hesa útbúgving, og í framtíðini fara aðrir føroyskir læknar væntandi undir útbúgvingina umvegis FSF og UEFA, skrivar fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald