Annað

Elsta metið á rennibreyt tikið um vikuskiftið

Liðið hjá Hvirluni tók metið, ið varð sett á oyggjaleikumum í Føroyum í 1989.

Frá vinstru Tórur Mortensen, Miso Buha, Dánjal Dahl Ljósheim og Magnus Dal-Christiansen (Mynd: hvirlan.fo)

Frá vinstru Tórur Mortensen, Miso Buha, Dánjal Dahl Ljósheim og Magnus Dal-Christiansen (Mynd: hvirlan.fo)

2019-08-19 17:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í yvir 30 ár hevur tíðin, sum teir fýra, Rúni Jacobsen, Jákup av Kák, Líggjas Høgnesen og Eyðfinn Davidsen settu á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, hildið.

Vit tosa um stafettina fýra ferðir 100 metrar. Á oyggjaleikunum vórðu kappingarnar í frælsum ítróttum hildnar á tá spildurnýggju breytini á Svangaskarði á Toftum. Við tíðini 46,2 sekund vunnu teir fýra bronsu eftir Gotland og Manoy. Og síðan henda dagin, 9. juli 1989, hevur tíðin ikki verið sligin.

Fyrr enn nú um vikuskifti, tá FM í frælsum ítróttum varð hildin á Tórsbreyt í Havn.

Sigast skal tó, at einaferð hevur eitt annað lið megnað at runnið somu tíð. Tað var 15. juli 1992, tá Jógvan K. Glerfoss, Ási Mikkelsen, Líggjas Høgnesen og Jógvan Højgaard runnu í júst somu tíð. Hetta hendi eisini á Svangaskarði.

Síðan tá hevur einki lið klárað hesa tíðina, fyrr enn nú – sum sagt – tá liðið hjá felagnum Hvirluni rann teinin og vann føroysmeistaraheitið í tíðini 45,18 sekund

Teir, ið runnu, vóru Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim, Miso Buha og Tórur Mortensen.

Á heimasíðuni hjá Hvirluni er nærri greitt frá, hvussu kappingin gekst: Føroyskt met á 4x100 m 

[object Object]
Tórur Mortensen rann seinasta teinin, tá metið varð sett (Mynd: hvirlan.fo)

Harvið varð eisini tað elsta uttandurametið í frælsum ítrótti tikið. Sambært heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, eru ikki fleiri met eftir frá oyggjaleikunum í 1989.

Meðan kvinnurnar, sum íðka frælsan ítrótt, hava sett nýggj met í næstan øllum frælsum ítróttagreinum seinastu árini, so eru tað heilt nógv met hjá monnunum, sum vórðu sett í nítiárunum, sum standa enn.

Met - uddandura, kvinnur

Met - uttandura, menn

 

 

Hesi met eru tey,sum eru sett á breyt. Verður hugt eftir metunum, sum eru sett á vegi so sæst, at undangongumaðurin í renning, Absalon Hansen, sum vann maratonkappingina á oyggjaleikum í 1989 framvegis eigur tvey met, sum eru eldri enn hesir oyggjaleikirnir.

Talan er um maratonmetið 2 tímar og 27,53 minuttir, sum hann setti í Hamburg í Týsklandi 24. apríl 1988 og metið í 30 kilometra renning á 1 tíma og 44,04 minuttir, sum hann setti í Roskilde í Danmark 23. oktober sama ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder