Fótbóltur

Elsti málmaður í HM nakrantíð leggur handskarnar

45 ára gamli málmaðurin stóð ein dyst í Russlandi í summar.

El Haddary bjargar brotssparki móti Saudi Arabia í HM í Russlandi í summar (Mynd: ESPN)

El Haddary bjargar brotssparki móti Saudi Arabia í HM í Russlandi í summar (Mynd: ESPN)

2018-08-08 09:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Egyptiski málmaðurin Essam El Hadary hevur boðað frá, at hann gevst sum landsliðsleikari. Essam El Hadary gjørdist elsti málmaður nakrantíð í einum HM endaspæli, tá hann sum 45 ára gamal vardi málið móti Saudi Arabia í síðsta dystinum í bólkaspælinum.

El Haddary var við til HM sum eykamálmaður hjá Egyptalandi, men tá landið ongan møguleika hevði at spæla seg víðari úr bólkinum eftir tveir dystir, slapp hann at verja málið í síðsta dystinum. El Haddary gjørdi ikki mætari enn at bjarga einum brotssparki í tí dystinum.

El Haddary spældi 159 landsdystir fyri Egyptaland og vann fýra afrikansk meistaraheiti, skrivar ESPN. Hóast hann gevst á landsliðinum, so fer hann framhaldandi at spæla fyri lið sítt Ismaily í bestu egyptisku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder