2021-12-08 22:10
FSF: Mikudagin var lutakast um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum báðar vera í november mánað komandi ár.
U17-dreingirnir komu í bólk saman við Portugal, sum eisini vera vertir fyri kappingini, og Slovenia og Kasakstan. Dystirnir vera spældir 16., 19. og 22. november.
Hjá U19-landsliðnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Kroatia, Ísrael og Finnlandi. Kroatar vera vertir fyri kappingini, og har eru leikdagarnar júst teir somu sum hjá U17-dreingjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald