Teir stóðu fyri fleiri gullheiðursmerkjum og flottum avrikum á oyggjaleikunum á Guernsey í síðsta mánaði. Hesa vikuna er størri avbjóðing á skránni í Jerusalem.
U20 EM í frælsum ítrótti er á skránni í ísraelska høvuðsstaðnum, og lagt verður út á Givet Ram Stadium í morgun. Klokkan 8.10 føroyska tíð skal Jónas Gunnleivsson Isaksen renna 400 metrar teinin - tað er teinurin, har ungi kvívíkingurin er sterkast. Ein møgulig finala er mikudagin.
Eiri Jógvansson Glerfoss úr høvuðsstaðnum er meira ein sprintari, og hann vísti seg millum annað fram á 100 metra teininum á Guernsey. Eiri skal renna innleiðandi klokkan 15 í dag, síðani møguliga hálvfinalu í kvøld og finalu í morgin.
Eiri Jógvansson Glerfoss við einum av sínum oyggjaleikagullum - nú bíðar heilt stór avbjóðing í Ísrael (Mynd: Jens Kr. Vang)
Góðar vónir eru til ungu føroysku rennararnir, sum hósdagin vera partur av donsku stafettini (boðrenningini). Tí donsku, tí Frælsur Ítróttur Føroyar ikki hevur limaskap í IAAF/World Athletics.
Harvið umboða Eiri og Jónas á pappírinum Danmark, og teir eru eisini partur av danska U20-landsliðnum í Jerusalem.
Til ber at síggja fulla tíðarætlan og úrslit her
Til ber at stroyma kappingar her
Eiri og Jónas áðrenn fráferð úr Føroyum (Myndir: Frælsur Ítróttur Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald