Fótbóltur

EM-endaspæl á Svangaskarði og Tórsvølli í 2021

Umboð frá UEFA skoðaðu Svangaskarð í dag.

2019-11-06 21:05 Author image
Sverri Egholm

Nes.fo: Í 2021 verður á fyrsta sinni eitt EM endaspæl í fótbólti í Føroyum. FSF eru vertir.

Talan er um endaspælið hjá U17 gentum, sum verður í Føroyum í mai/juni 2021. Tað verða 8 lið sum koma at kappast um at verða europameistari hjá U17 kvinnum. Føroyar koma at luttaka sum vertir, meðan hini 7 londini kvalifisera seg til endaspælið.

Dystirnir verða leiktir á Svangaskarði og á Tórsvølli. Væntandi koma umleið 300 fólk til Føroyar í samband við endaspælið, talan er um leikarar, hjálparfólk, dómarar, UEFA umboð og miðlafólk. Flestu fólkini fara óiva at búgva í Havn, men í 2021 er koyrandi gjøgnum Eysturoytunnlin, so stutt verður millum leikvallirnir og ymisku hotellini.

Í samband við fyrireiking av endaspælinum eru 2 umboð frá UEFA í hesum døgum og hyggja at umstøðunum í Føroyum.

Í góðveðrinum í morgun vóru tey á Svangaskarði. Á myndini síggja vit frá vinstru: Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu –  Ines Lauber, UEFA – Noemie Beney, UEFA – Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í FSF – Andrass Thomsen, landsliðssamskipari í FSF.

placeholder
placeholder