Føroysku U16 genturnar spældu seg fyrr í dag víðari til hálvfinaluna við 3-1 sigri á Íslandi. Mótstøðuliðið var Finnland, ið er mett at vera favorittur at vinna kappingina í Føroyum. Tað skuldi eisini vísa seg, at finsku genturnar vóru dugnaligar.
Finnland vann 3-0, og Føroyar vóru ikki nær við at vinna nakað sett. Helst sat dysturin frá fyrr í dag eitt sindur í kroppinum; finska liðið hevur ikki spælt nakran annan dyst í dag. Tær á finska liðnum vóru hægri í gjøgnumsnitt, og tær spældu sannførandi.
Føroyar vóru við eina løtu í fyrsta settinum, men annars var munurin stórur. Finnland fer harvið víðari til finaluna, ið verður ímóti Danmark klokkan 18.00 í annaðkvøld. Føroyar skulu spæla ímóti Svøríki um triðja plássið. Tann dysturin byrjar klokkan 15.00.
Hóast Føroyar ikki eru í finaluni, so hevur liðið tryggjað sær pláss í 2. umfarið í EM-undankappingini. Tað verður leikt í vár.
Føroyar - Finnland 0-3
13-25, 13-25, 11-25
Annað
EM: Finnland vann greitt í hálvfinaluni
Finska liðið var ov sterkt fyri tað føroyska í Stórhøllini á Hálsi í kvøld.
Mynd: Sverri Egholm
2019-01-05 18:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald