Føroysku U16-genturnar vóru omaná, tá tær fyri lítlari løtu síðani dystaðust móti Íslandi í fjórðingsfinalunifinaluni í EM-undankappingini. Føroyar vunnu 3-1 í Stórhøllini á Hálsi, eru í hálvfinaluni hetta vikuskifti, og sum eitt av bestu fýra liðunum í bólkinum; til reiðar til næsta umfar í undankappingin, sum verður í vár.
Føroyska liðið kom sera væl frá byrjan í fyrsta setti, og bygdi eina leiðslu upp sum Ísland ikki megnaði at heinta innaftur. Í øðrum setti var meira javnt, men føroyska spæli eydnaðist væl, og tá íslendsku genturnar eisini gjørdu nakrar feilir, so vunnu Føroyar aftur rímiliga greitt.
Møguleikin var at avgera tað í 3. setti, men hóast eina góða byrjan, við millum annað einari 6-0 leiðslu, eydnaðist tað ikki. Ísland át seg inn í settið og trekti frá móti endnaum. Ístaðin avgjørdu Føroyar fjórðingsfinaluna í 4. setti. Góða byrjanin var umráðandi, og munurin gjørdist fýra stig.
Finnland er favorittur at vinna kappingina, so uppgávan í kvøld verður sera trupul. Hálvfinalan byrjar klokkan 17.30. Hin hálvfinalan byrjar klokkan 15.00.
Føroyar – Ísland 3-1 (25-18, 25-17, 20-25, 25-21)
Annað
EM-undankapping: Føroyar eru í hálvfinaluni á heimavølli
U16-genturnar vunnu 3-1 á Íslandi, og eru til reiðar til næsta stig í EM-undankappingini.
Føroyar vunnu 3-1 á Íslandi í Stórhøllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
2019-01-05 14:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald