Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - Í dystinum móti Ukraina mikudagin lótu Føroyar 26 mál inn. Í fyrra hálvleiki í Eysturríki eru 24 mál farin inn.
Eysturríki hevur spælt við ógvuliga stórari góðsku í serliga álopspartinum so at siga allan hálvleikin. Okkara verja er skrædd sundur í nógvum støðum, og Pauli Jacobsen fekk ikki fatur á nøkrum bólti - hann fekk tó heldur ikki nógva hjálp. Nicholas Satchwell hevur havt tríggjar bjargingar, men annars hava teir á heimaliðnum verið tryggir. Sterka strikuspælið hjá heimaliðnum hevur verið eitt, ið hevur givið Føroyum høvuðbrýggj.
Verjan er stóri trupulleikin - Føroyar hava skorað seks ferðir - men føroyska liðið hevur eisini samanlagt brent nógv meira og gjørt fleiri teknisk mistøk. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/04/30/890x590/1682873734q6m7xp4d0k.jpg)
Teir yvir 30 føroysku áskoðarnir hava ikki havt so nógv at fegnast um men hava roynt at koyrt á (Mynd: Sverri Egholm)
Tað røkist einki fyri, at okkara koma aftur í hesum dystinum, men EM-plássið kann framvegis koma í hús. Rumenia er á odda við einum móti Ukraina, ið harvið skal vinna seinna hálvleik við minst átta málum fyri at taka 3. plássið frá Føroyum.
Onkur av lægri liðunum liggur til at vinna á stórfavoritti, men higartil sær eingin út til at yvirhála okkum í trý'ara rokniskapinum. Tað kann tó fáa nógv at siga, hvussu stórt tapið hjá Føroyum í kvøld verður.
Sí eisini: Soleiðis koma Føroyar til EM
EM-undankappingarbólkur 4 - 6. og seinasta umfar
30. apríl, Handballhalle Bregenz
Eysturríki - Føroyar (24-16)
Dystargongdin:
5 min: 5-3
10 min: 10-5
15 min: 13-8
20 min: 16-11
25 min: 20-12
Ukraina - Rumenia (12-13)
Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig *
Ukraina 2 stig
*Fýra teir bestu trý'arnir koma, eins og nummar eitt og tvey, víðari til EM-endaspælið. Føroyar er í løtuni tann besti trý'arin av teimum átta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald