Tað at Føroyar vunnu á Ukraina mikukvøldið var so at siga alneyðugt. Sjey-máls sigurin ger, saman við flotta heimasigrinum í Rumenia í síðsta mánaða, at føroyska liðið er í sera góðari støðu í EM-undankappingini.
Vit vita tó ikki endaligt, um tað fer at bera ella bresta fyrrenn sunnukvøldið. Í fyrsta lagi er tað um 18.30-tíðina, tá síðsta bríksl í Bregenz ljóðar. Eysturríkski býurin kann gerast stórur partur av føroyskari hóndbóltssøgu, um Føroyar megna at fáa stig móti favorittunum. Eysturríki hevur longu vunnið bólkin og hevur sum so einki ítøkiligt at spæla fyri.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Leivur Mortensen: - Droymt um at spæla um eitt endaspæl síðani eg var smádrongur
Tað verður ov leingi at greiða frá øllum støðunum, ið kunnu gera seg galdandi í mun til víðari luttøku, men tað eru trý høvuðsting:
1.
Føroyar fáa stig. Um hetta hendir er føroyska liðið víðari til EM-endaspælið. So einfalt er tað: Javnleikur ella sigur geva atgongumerki til Týsklands næsta ár. So er bara spurningurin, um tað verður sum tvey’ari ella trý’ari.
2.
Um Føroyar tapa, skulu vit fyrst hyggja uppá, hvat hin dysturin í bólkinum endar. Um Ukraina vinnur við fleiri enn sjey málum, so kann tað gerast ein trupulleiki. Í so fall hava Føroyar, Rumenia og Ukraina øll fýra stig, og so er málúrttøkan í innanhýsis dystum landanna millum avgerandi. Har kann átta-máls tapið fyri Rumenia gerast ein meinbogi, men sjey-máls sigurin á Ukraina mikudagin kann gera mun rætta vegin.
3.
Átta bólkar eru í undankappingini, og fýra teir bestu trý’ararnir koma víðari. Í løtuni eru Føroyar bestar av hesum trý’arunum. Hetta tí at bert stig móti liðum sum eru í topp-trý telja, og Føroyar hava vunnið á Rumenia og hava góða málúrttøku eisini.
Bert tvey onnur lond, sum eru trý’arar í løtuni, hava megnað hetta. Tey eru Grikkaland og Bosnia. Tað er tíbetur ósannlíkt, at hesi bæði, umframt tvey onnur, yvirhála Føroyar. Málúrtøkan hjá Føroyum kann eisini vera ein munur, um fleiri lið koma uppá tvey stig í hesum rokniskapinum.
Nú skal føroyska liðið eisini royna at fáa stig á útivølli. Um hetta eydnast merkir tað, at vit eiga eitt EM-pláss (Mynd: Sverri Egholm)
Trý'ara rokniskapurin nú øll liðini hava ein dyst eftir (Kelda: EHF)
Nøkur onnur úrslit í ymiskum bólkum kunnu eisini gera seg galdandi, men í høvuðsheitinum er tað ósannlíkt, at Føroyar ikki vera ein av bestu trý’arunum - um vit væl at merkja enda nummar trý i bólkinum. Minst fýra úrslit skulu ganga okkum ímóti, og í hesum dystunum eru "trý'ararnir" ikki favroittar.
Sí eisini:
Kunnu avgera alt sjálvir
Teis: - Nú skulu vit prógva, at vit eisini kunnu gera tað á útivølli
Føroyska liðið skal hugsavna seg um at gera sítt. Liðið hevur vant saman í dag og í morginárini ferðast hópurin til Eysturríkis, umvegis Keypmannahavn og Zurich.
Portalurin verður við á ferðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald