Leivur Mortensen skoraði í gjárkvøldið trygt uppá øll síni trý skot av vonginum. Hoyvíkingurin hevur í løtuni hondbóltsheimstað á Frederiksberg, og hóast hann brendi eitt hoppskot í gjár, so kann hann fegnast um sítt avrik og avrikið hjá liðnum.
Landsliðsvenjarin tók Leiv fram í samrøðu við Portalin eftir dystin. Hann rósti Leivi fyri sítt avrik, og spælarin er sjálvur glaður fyri, at tað eydnaðist at halda høgra vonginum hjá Ukraina friðaligan.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/04/26/890x590/1682541924uhqusnlddh.jpg)
Leivur er her feldur í kontraálopi (Mynd: Sverri Egholm)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/04/26/890x590/16825419780xqlppxele.jpg)
(Mynd: Sverri Egholm)
24-ára gamli vongurin greiddi okkum frá, hvussu skráin hjá landsliðnum nú er og hyggur hann fram ímóti spennandi uppgávuni í Eysturríki sunnudagin. Tá kunnu Leivur Mortensen og hinir tryggja sær pláss í EM-endaspælinum næsta ár.
Sí eisini:
(Video): Tveir minuttir við fegnum føroyingum
Kunnu avgerða alt sjálvir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald