Hondbóltur

Video: Tveir minuttir við fegnum føroyingum

Fýra landsliðsspælarar og landsliðsvenjarin seta orð á flotta avrikið og sigurin á Ukraina í gjárkvøldið. Teir hyggja eisini fram ímóti dystinum í Eysturríki sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-27 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru sum vera mann nøkur ógvuliga fegin føroysk umboð, ið vit fingu fatur á í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið eftir 33-26 sigurin á Ukraina.

Óli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Jacobsen, Helgi Hildarson Hoydal og venjarin Peter Bredstorff-Larsen settu orð á størsta undankappingarsigur hjá føroyska manslandsliðnum nakrantíð - vunnu eisini við sjey málum á Lettlandi í HM-undankapping í fjør.

Sí samrøðurnar í fullum líki:

Óli Mittún: Hetta er óbeskriviligt

Elias Ellefsen á Skipagøtu: Hava heimsins besta heimavøll

Pauli Jacobsen: Størsti dysturin eg havi spælt fyri landsliðið

Peter Bredsdroff-Larsen: Tað er trupult hjá øllum at koma til Tórshavn

Helgi Hildarson Hoydal: Eginleikaranir í álopinum eru í heimsflokki

Sigurin merkir, at Føroyar hava ein góðan møguleika at røkka EM-endaspælinum næsta ár. Til tess krevst, at Føroyar fáa stig í Eysturríki sunnudagin, ella at úrslitini í hinum dystunum fella í okkara lut. Spælarar og venjarar eru uppsettir uppá, at tað skal eydnast at avgerða tað við egnum verki um vikuskiftið.

Les eisini: 
Kunnu avgerða alt sjálvir
Føroyar fleiri fet nærri EM-undankappingini

Tøl frá dystinum í gjár v.m niðanfyri - sí myndir frá dystinum her
------------------------------------


EM-undankappingarbólkur 4 -  
5. og næstseinasta umfar
Høllini á Hálsi 26. apríl
Føroyar - Ukraina 33-26 (17-12)

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 12 mál
Óli Mittún 7 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Leivur Mortensen 4 mál
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Tróndur Mikkelsen 2 mál 

Bjargingar: Pauli Jacobsen 14/40 (35 prosent)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-5 
15 min: 10-7 
20 min: 12-8
25 min: 14-11

35 min: 19-13
40 min: 24-16
45 min: 26-19
50 min: 27-22
55 min: 30-23

Útvísingar: 
Ukraina: 4
Føroyar: 2

Nøkur hæddarpunkt av Hálsi síggjast her

Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig

Føroyar eru betri enn Ukraina innanhýsis, men Rumenia er betri enn Føroyar innanhýsis

6. og síðsta umfar í bólki 4
Sunnudagin 30. apríl

17.00:
Eysturríki - Føroyar
Ukraina - Rumenia (spældur í Týsklandi)

Portalurin verður við á ferðini til Eysturríkis og hava vit ymiskt tilfar úr landsliðsleguni næstu dagarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder