EM í kvinnuhondbólti kemur at enda seint seinnapartin, tá spennandi uppgerð er fyri framman í finaluni í París.
Les meira her
Sum tað er vanligt í slíkum endaspølum, so verður eitt lið fyri kappingina sett. TV2.dk skrivar, at møguleiki hevur verið fyri at atkvøtt hjá EHF; hetta hevur talt 40 % og atkvøðurnar hjá dómsnevndini hjá evropeiska hondbóltssambandinum taldu 60 prosent.
Merkisvert er, at eitt av finaluliðununum ongan leikara hevur á liðnum. Russland hevur tó besta leikara í kappingini. Bakspælarin Anna Vyakhireva varð vald til MVP - mest virðismikla leikara í EM. 23-ára gamli leikarin hevur skorað 36 mál og lagt upp til 38 mál undan finaluni.
Málverji: Amadine Leynaud, Frankrig
Vinstru vongur: Majda Mehmedovic, Montenegro
Vinstri bakkur: Noemi Hafra, Ungarn
Spælskipari: Stine Oftedal, Norge
Høgri bakkur: Alicia Stolle, Tyskland
Høgri vongur: Carmen Martin, Spanien
Strikuspælari: Crina Pintea, Rumænien
Verjuleikari: Kelly Dulfer, Holland
MVP: Anna Vyakhireva
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald