2023-05-28 13:16
Tað bleiv ikki til nakað heiðursmerki til Sverra Sandberg Nielsen, sum hesa vikuna hevur luttikið í EM í rógving í Bled í Slovenia.
Hósdagin kom hann fyrstur á mál í innleiðandi róðrinum, og tað sama í hálvfinaluni í gjár, men í A-finaluni í einskullara hjá monnum í dag endaði miðvingurin á einum fjórða plássi.
Fyrstur á mál var Leonard Van Lierop úr Niðurlondum við tíðini 06.46.91, á øðrum plássi var Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi við tíðini 06.47.87, og á triðja plássi týski Oliver Zeidler við tíðini 06.48.14. Tíðin hjá Sverra var 06.50.67.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald