Fótbóltur

EM-vónin hjá Íslandi fánaði

Hetta hóast sigur móti Andorra. Í Bulgaria var stórsigur, og trupulleikar vóru við rasismu, tá Ongland vitjaði. Ronaldo skoraði sítt mál nummar 700, tá Portugal tapti í Ukraina.

Ísland vann, men heimsmeistararnir, uttan Pogba, megnaðu ikki at halda fast í sigrinum á Turkalandi. Harvið skal ógvulgia nógv til, fyri at Ísland aftur kemur til EM-endaspækið (Mynd: EPA)

Ísland vann, men heimsmeistararnir, uttan Pogba, megnaðu ikki at halda fast í sigrinum á Turkalandi. Harvið skal ógvulgia nógv til, fyri at Ísland aftur kemur til EM-endaspækið (Mynd: EPA)

2019-10-14 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin skulu Føroyar royna at fáa sínu fyrstu stig í EM-undankappingini, tá Malta vithar á Tórsvølli. Í kvøld vórðu sjey dystir leiktir í trimum ymisku bólkum í evropeisku undankappingini.

Les eisini: Fýra sigrar móti Malta

Íslendingar hava spælt seg í tvey tey seinastu endaspølini, men tað er nú lítið sannlíkt, at íslendingar fara at endurtaka bragdið. Ísland livdi upp til favorittleiklutin móti Andorra í Reykvaík við 2-0, sigri har eitt mál kom í hvørjum hálvleiki. Stórtalentið Arnor Sigurðsson legði Ísland á odda við sínum fyrsta landsliðsmáli, og Kolbeinn Sigþórsson økti í 2. hálvleiki.

[object Object]
Antoine Griezmann var eyðsýndur á Stade de France, har hann legði upp, men har Turkaland fekk eitt umráðandi stig (Mynd: EPA)

Hetta gjørdist tó ikki ett gott íslendskt kvøld, tí Frakland og Turkaland spældi javnleik beint norðanfyri París. Frakland var greitt omaná fyri steðgin, har serliga Griezmann var eyðsýndur. Málið manglaði tó, men tað syrgdi innskifti Oliver Giroud fyri við frálíkum stútara eitt korter fyri tíð. Turkaland megnaði tó at svara aftur í í 82. minutti, og harvið eru fýra stig, ið skilja fremstu liðini og Ísland. Íslendingar skulu vinna í Turkalandi um ein mánað og so vóna at eitt undur hendir í Andorra, har turkar vitjað í seinasta umfari, samstundis sum Ísland vinnur í Moldova.

[object Object]
Raheem Sterling legði upp til eitt mál og skoraði tvey, tá Ongland vann heili 6-0 í Sofia. Trupulleikar vóru við rasismu, ið Manchester City leikarin hevur verið útsettur fyri, og sum hann hevur arbeitt hart fyri at royna at steðga við at gera vart við trupulleikan (Mynd: EPA)

[object Object]
Dysturin er her steðgaður; Harry Kane hevur gjørt vart við rastisku rópini (Mynd: EPA)

Ongland tapti í Prag fríggjakvøldið - talan var um fyrsta ósigurin hjá liðnum í undankappingardysti í 10 ár. Liðið hjá Southgate reisti seg í kvøld við stórsigri í Bulgaria. Rashford, tvær ferðir Barkley og Sterling komu á máltalvuna í 1. hálvleiki, har onglendingar spældu Bulgaria av vøllinum, og sum tíverri var merktur av, at dysturin tvær ferðir varð steðgaður, orsakað av rasistiskum rópum mótvegis littu ensku leikarunum. Hetta endaði við at bólkurin, ið stóð aftanfyri rópini, varð rikin av leikvøllinum stutt fyri hálvleik. Í 2. hálvleiki var tómgongd, men Sterling fekk sítt annað mál, og Kane fekk sítt mál. Liðformaðurin hevði frammanundan lagt upp til trý mál.

[object Object]
Brandur Hendriksson og Føroyar vitjaðu í Pristina í septmeber í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Í hinum dystinum í bólkinum vann Kosovo á heimavølli móti Montenegro, og liðið sum Føroyar hitti í Nations League í fjør hevur ein realistiskan møguleika at koma til sítt fyrsta EM nakrantíð.

[object Object]
Ronaldo heldur fram við at skora, men 34-ára gamli leikarin megnaði ikki at forða einum ukrainskum sigri í Kiev í kvøld (Mynd: EPA)

Í Kiev skoraði Cristiano Ronaldo sítt mál numma 7 í hesari undankappignini og nummar 700 á yrkisleiðini, tá hann minkaði um munin við brotssparki. Hetta var tó ikki nóg mikið fyri evropameistararnar, ið taptu 2-1 fyri Ukraina, sum nú er trygt oddalið í bólki B og hevur spælt seg til EM-endaspæli. Serbia greiddi sína skyldu í Litava. Portugal hevur longu tryggjað sær pláss til EM komandi ár við Nations League-heitinum.


Bólkur A: 
Bulgaria - Ongland 0-5 (0-4)
Kosovo - Montenegro 2-0 (2-0)

Støðan: 
Ongland 15 (6 dystir)
Kekkia 12 (6 dystir)
Kosovo 11 (6 dystir)
Montenegro (7 dystir)
Bulgaria (7 dystir)

Bólkur B: 
Ukraina - Portugal 2-1 (2-0)
Litava - Serbia 1-2 (0-2)

Støðan: 
Ukraina 18 (7 dystir)
Portugal 11 (6 dystir)
Serbia 10 (6 dystir)
Luksemburg 4 (6 dystir)
Litava 1 (7 dystir)


Bólkur H: 
Frakland - Turkaland 1-1 (0-0)
Ísland - Andorra 2-0 (1-0)
Moldova - Albania 0-4 (0-3)

Støðan: 
Turkaland 19
Frakland 19
Ísland 15 
Albania 12
Andorra  3
Moldova 3 
(Øll liðini hava spælt 8 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder