Í undankappingini til HM 1998 vóru Føroyar og Malta á fyrsta sinni í bólki saman. Tá vunnu Føroyar 2-1 í báðum dystunum.
Hallur Hansson skorar her til 3-1 í 3-1 sigrinum á Malta í fyrsta Nations League-dystinum hjá Føroyum nakrantíð
Liðini endaðu í sama bólki til fyrstu Nations League kappingina, sum var á heysti í fjør. Føroyar vunnu í Føroyum í fyrsta dystinum, og í seinasta dystinum í kappingini endaði tað 1-1 á Ta' Qali. Tað var har, at hendan EM-undankappingin byrjaði, og talan gjørdist um eina vánaliga byrjan hjá føroyska liðnum, tí Malta sigraði. Harvið skulu Føroyar løna maltesum aftur í morgin, og í føroyska hópinum eru teir uppsettir uppá at gera hetta og harvið at fáa síni fyrstu stig í hesari undankappingini. Fyriuttan 2-1 sigurin á Føroyum, hevur Malta einki fingið burturúr í hesari undankappingini. Hinar seks dystirnar hevur liðið tapt 0-16 samanlagt.
Jákup Thomsen skoraði sítt fyrsta landsliðsmál á Malta í dystinum í mars, men maltesar hildu Føroyum frá at fáa stig (Mynd: Sverri Egholm)
Í tíðarskeiðinum ímillum at Føroyar og Malta hava verið í bólki saman, spældu oyggjalondini tveir venjingardystir móti hvør øðrum. Malta vitjaði á Svangaskarði í 2004 og Føroyar á Ta'Qali í 2013. Í báðum førum vann heimaliðið 3-2, og dystirnir millum Føroyar og Malta hava í høvuðsheitinum verið heilt javnir. Føroyar hava spælt 12 dystir síðani sigurin á Malta á Tórsvølli í fjør - bert tvey stig eru komin burturúr.
Føroyar - Malta søguliga:
1997 - HM-undankapping:
Malta - Føroyar 1-2
Føroyar -Malta 2-1
2004 - Vinardystur :
Føroyar - Malta 3-2
2013 - Vinardystur:
Malta - Føroyar 3-2
2018 - Nations League:
Føroyar - Malta 3-1
Les um dystin her
Sí myndir her - málini her
Hoyr samrøðu við ein av málskjúttunum, René Shaki, her
Malta - Føroyar 1-1
Les um dystin her
Sí myndir her
Jóannes Jakobsen: - Ikki heilt nøgdir við hesa kappingina
2019 - EM-undankapping:
Malta - Føroyar 2-1
Ógvusligur føroyskur niðurturur á Malta
Myndir: Malta - Føroyar
Lars Olsen: - Vit koma ov seint í gongd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald