Føroyar hava júst vunnið tryggan sigur á Malta á Tórsvøll í fyrsta dystinum í Nations League.
Føroyingar vóru meira á bóltinum frá byrjan, men vóru heldur óneyvir í alveringunum og sløsaðu fleiri ferðir bóltin burtur. Hetta gav maltesum nakrar møguleikar at revsa føroyska liðið, og eftir eitt korter var gamli málrevurin, Micheal Mifsud, nær við tá hann varð sendur avstað, men Gunnar Nielsen kom væl út og bjargaði.
Føroyar svaraðu beinavegin aftur við tveimum góðum royndum; fyrst Jóan Símun Edmundsson við stútara eftir frálíkt innlegg frá Gunnari Vatnhamar í samband við eina umstilling, og so eitt gott beinleiðis fríspark frá Brandi Hendriksson. Í báðum førum vardi málverjin fyri.
Sum hálvleikurin leið fingu føroyingarnir meira ró á bóltin, og eftir hálvan tíma fingu vit eina gávu. Hallur Hansson pressaði vinstra vongbakkin hjá Malta væl, hann royndi at spæla aftur til málverjan, men alveringin var vágin og ov stutt, og so takkaði Jóan Símun fyri. Formsterki toftamaðurin var tryggur, og so var 1-0 til Føroyar.
Malta royndi at svara aftur, men ístaðin økti Føroyar við einum frálíkum málið. Tolið og gott uppspæl, góð detalja av arbeiðssama René Shaki Joensen, ið fann Brand, ið við frálíkari alvering í dýbdina fann René aftur. Komin inn í brotsteigin gjørdi havnarmaðurin eina frálíka skotfintu, og við vinstrabeininum setti hann bóltin sera flott í málið; fyrsta landsliðsmál hjá René og 2-0 til Føroyar.
Um Tórsvøllur hevði kókað áðrenn, so var tað einki aftur ímóti nú, og føroyingar søktu at eftir málið nummar 3. Men best sum alt sá so perfekt út minkað Malta um munin. Gòður bóltur afturum verjuna, har Mifsud tók bóltin væl niður og smekkaði hann í føroyska málið.
Málið var ein heldur vátur vøttur hjá Føroyum, men liðið hjá Lars Olsen kom væl út til 2.hálvleik, og í 52.minutti gjørdist munurin aftur tvey mál. Eftir gott smáspæl varð ein sera góður bóltur spældur afturum verjuna hjá Malta. Gilli Rólantsson var farin avstað, hann varð koyrdur umkoll í brotsteiginum, dómarin dømdi ikki brotsspark, men bólturin datt til Sølva Vatnhamar ið vísti yvirblik og fann Hall, ið var komin við inn í brotsteigin. Miðvallarin var eirindaleysur og smekkaði bóltin upp í málhornið við vinstra beininum.
Eftir málið dovnaði dysturin nakað, og fáir málmøguleikar vóru restina av dystinum. Føroyingar høvdu fult tamarhald á støðuni, og avvístu øll innlegg og annað maltesar høvdu at bjóða uppá. Sigurin var ongantíð í vanda, og Føroyar vunnu 3-1.
Enn einaferð var Skansin heilt framúr og setti, saman við hinum gott 3000 føroyingunum, av álvara dám á
Fyrr í kvøld endaðu tað við málleysum javnleiki í Baku, har Aserbadjan tók móti Kosovo. Harvið er støðan hjá føroyingum góð í bólkinum eftir fyrsta umfar.
Í morgin gongur leiðin hjá hópinum til Pristina. Kosovo bíðar mánakvøldið, og Portalurin verður við á ferðini.
UEFA Nations League – Deild D, bólkur C
07.09.2018 á Tórsvølli
Føroyar – Malta 3-1(2-1)
1-0 31.min Jóan Símun Edmundsson
2-0 38.min René Shaki Joensen
2-1 42.min Micheal Mifsud
3-1 52.min Hallur Hansson
Føroyska liðið: Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen(L), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar(`90 Rógvi Baldvinsson), René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen(`80 Kaj Leo í Bartalsstovu) – Brandur Hendriksson Olsen(`85 Finnur Justinussen - Jóan Símun Edmundsson
Áskoðaratal: 3234
Fótbóltur
Sera góð føroysk byrjan í Nations League
Trý mál og trý stig í mjørkanum og larminum á Tórsvølli í kvøld.
René Shaki Joensen var ein av málskjúttunum á Tórsvølli í kvøld. Hetta var fyrsta landsliðiðmálið hjá vælleikandi miðvallaranum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2018-09-07 21:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald