Annað

Emre Can skrivað undir fýra ára sáttmála við Juventus

Juventus rindar 16 mió. evrur fyri leikaran.

2018-06-22 10:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár varð kunngjørt, at týski miðvallarleikarin hjá Liverpool, Emre Can, skiftir til italska stórfelagið Juventus.

Hóast sáttmálin hjá Can við Liverpool gongur út við endan av hesum mánaðinum, og at hann tí kann skifta ókeypis til Juventus, so verður tað ikki heilt bíligt hjá felagnum úr Torino.

Juventus boðar frá, at felagið má gjalda 16 milliónir evrur yvir næstu tvey kappingarárini fyri at fáa hendur á týskaranum. Størsti parturin av hesum pengunum fer til leikaran sjálvan fyri at fáa hann at skriva undir, meðan restin fyri til umboðsfólkið hjá leikaranum.

Harumframt verður mett, at leikarin fær áleið 220.000 pund um vikuna. Hetta er áleið 185.000 pund meiri enn hann fekk í Liverpool.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder