Endaliga stigatalvan í Betri deildini

Toftamenn yvirhálaðu 07 Vestur og AB í síðsta umfarinum í dag.

2022-10-22 17:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Betri deildin hjá monnum er av. KÍ er meistari, Víkingur silvurvinnari og HB bronsuvinnari.

B36 endaði á fjórða plássið og tryggjaði sær evropamilliónirnar.

EB/Streymur kláraði ikki at vinna inn á B36 aftur, og sundalagsmenn mugu vera nøgdir við fimta pláss. Toftamenn hava verið í góðum stima seinastu umførini, og í dag vunnu teir á B36. Tað hevur við sær, at teir koma upp á eitt sætta pláss.

Vágamenn og AB leiktu javnt, og enda tí bæði við 29 stigum á sætta og áttanda plássið.

NSÍ og Skála mugu tungu leiðina niður í 1. deild at spæla leygardagsfótbólt. NSÍ við átta stigum upp til niðurflytingarstrikuna, og Skála við 19.

27. umfar

KÍ - Skála 8-0 (4-0)
5’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
9’ Pall Andrasson Klettskarð 2-0
13’ Páll Andrasson Klettskarð 3-0
19’ Páll Andrasson Klettskarð 4-0
55’ Árni Frederiksberg 5-0
64’ Deni Pavlovic 6-0
70’ Jóannes Bjartalíð 7-0
88’ Páll Andrasson Klettskarð 8-0

B68 - B36 1-0 (1-0)
36’ Steffan Løkin 1-0

Víkingur - EB/Streymur 4-0 (1-0)
45’ Sølvi Vatnhamar 1-0
59’ Jákup Johansen 2-0
60’ Martin Klein 3-0
71’ Sølvi Vatnhamar 4-0

HB - NSÍ 3-1 (1-1)
15’ Rani Sørensen 1-0
45’ Jørgen Nielsen 1-1 (br.)
71’ Daniel Johansen 2-1 (br.)
74’ Stefan Radosavljevic 3-1

07 Vestur - AB 1-1 (1-1)
33’ Gunnar Reynslág 0-1
55’ Mads Borchers 1-

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 77 stig (FM)
2. Víkingur 58 stig (silvur)
3. HB 55 stig (bronsa)
4. B36 38 stig
5. EB/Streymur 35 stig
6. B68 30 stig
7. 07 Vestur 29 stig
8. AB 29 stig
9. NSÍ 21 stig (niðurflyting)
10. Skála (niðurflyting)

Vit hava fleiri myndir úr Klaksvík um eina løtu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder