Hondbóltur

Endaliga váttað: Vilhelm til Bundesliguna

TSV Hannover-Burgdorf hevur nú almannakunngjørt skiftið, sum Portalurin skrivaði um síðsta vikuskifti. Talan er um tvey-ára sáttmála til hoyvíkingum.

Vilhelm Poulsen í ovfarakæti í HM-undandystinum á Hálsi mikudagin. Hann hevur gjørt tvey-ára sáttmála við Hannover-Burgdorf (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen í ovfarakæti í HM-undandystinum á Hálsi mikudagin. Hann hevur gjørt tvey-ára sáttmála við Hannover-Burgdorf (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-10 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn ein føroyingur skal spæla í fremstu hondbóltsdeildini í heiminum. Tað hevur verið ávegis seinastu mánaðirnar, men nú er endaliga greitt, at Vilhelm Poulsen skal spæla við TSV Hannover-Burgdorf.

- Hann hevur serliga bergtikið okkum við sínum framsøkni og hansara evnum í verjuni. Vilhelm kemur við nógvum í sínum spæli og einum veruliga stríðsvilja, sum hóskar okkara liði væl. Nú fær Vilhelm møguleika at menna seg meira - og tað skal hann eisini. Eg gleði meg til at arbeiða saman.

Hetta sigur Christian Prokop, nýggi høvuðsvenjarin hjá Vilhelmi, við die-recken.de

[object Object]
Ítróttarstjórin Sven-Sören Christophersen og Vilhelm Poulsen í Týsklandi (Mynd: die-recken.de)

[object Object]Vilhelm og Hákun West av Teigum undir dystinum mikudagin. Hoyvíkingurin legst afturat Hákuni, Elias Ellefsen á Skipagøtu sum føroyskir landsliðsspælarar í Bundesliguni. Jóhan á Plógv Hansen fór eisini av fyrstantí til Hannover-Burgdorf (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin skrivaði um skiftið síðsta fríggjadag og leygardag, og eins og okkara keldur vístu á, so hevði føroyski landsliðsbakkurin skrivað undir tvey-ára sáttmála við Hannover-Burgdorf.

Sí eisini: 
Vilhelm Poulsen hevur gjørt sáttmála við Hannover-Burgdorf
Enn ein føroyingur á veg til Bundesliguna

Heimasíðan hjá Hannover-Burgdorf leggur dent á, at Vilhelm Poulsen er enn ein spennandi ungur føroyskur spælari, ið kemur til Bundesliguna. Lámi og sterki bakkurin fer at spæla við nummar níggju á rygginum í Hannover-Burgdorf.

Sjálvur sigur 24-ára gamli hoyvíkingurin, at hetta er ein dreymur, ið gongur út. Vit hoyra meira frá Vilhelmi seinni. Hann og landsliðsliðfelagarnir hava í dag ferðadag til Norðurmakedónia.

Les eisini: Ferðadagur hjá føroyska liðnum

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder