Fótbóltur

Endaligt: KÍ er víðari í steypakappingini

Yvirkærunevndin hevur ikki málsræðið at viðgera kæruna frá HB, er staðfestingin. KÍ og B36 hittast í fjórðingsfinalu 2. Páskadag.

KÍ var greitt betra liðið á vøllinum í Gundadali 7. apríl og avgjørdi fjórðingsfinaluna í undirtali (Savsmynd: Sverri Egholm)

KÍ var greitt betra liðið á vøllinum í Gundadali 7. apríl og avgjørdi fjórðingsfinaluna í undirtali (Savsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-19 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tólv døgum síðani vann KÍ 2-1 á HB í áttandapartsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. 

Fríggjadagin í seinastu viku sendi HB kæru inn, tí KÍ-spælarin Ahmed Latif í dystinum í Gundadali byrjaði inni fyri aðru ferð í sama leikumfari. Hetta kann man ikki, tá man er yvir 21 ár.

[object Object]Júst Ahmed Latif varð útvístur hentta kvøldið í Gunadali (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB fekk tó ikki skrivborðssigurin, tí í slíkum førum fellur revsingin á lægra liðið - hóast tað hevur spælt fyrst, og hóast tað ikki varð verulig revsing í hesum førinum, tí 1. deildarliðið hjá KÍ tapti kortini 5. apríl.

Sí eisini: - Besta liðið skal roknast at hava spælt fyrst

Niðurstøðan hjá Aganevndini kom mikudagin, og var hon útfrá grein 8 í Kappingarreglunum og fordømum. HB vildi hava málið í Yvirkærunevndina, men sum vit skrivaðu mikukvøldið, so var ógvuliga ivasamt, um tað fór at eydnast.

Tað eru nøkur serstøk ting, sum kunnu fara víðari í Yvirkærunevndina, og í gjár varð endaliga staðfest, at Yvirkærunevndin ikki hevur málsræðið at viðgera kæruna frá HB. Hetta í hesari niðurstøðuni, sum Portalurin hevur fingið fatur á.

-Avgerðin hjá Aga- og etiskunevndini hevur ikki við sær, at HB verður rakt av nøkrum av sektunum í § 10 í Aga- og etiskureglugerðini, ið kunnu kærast til Yvirkærunevndina. Niðurstøðan er tí greið, at Yvirkærunevndin ikki hevur málsræðið, at viðgera hesa kæru. Víst verður til grein 10 í Aga- og etiskureglugerðini niðanfyri:

Grein 10

Hesar avgerðir hjá Aga- og etiskunevndini kunnu kærast til Yvirkærunevndina innan 5 dagar aftaná móttøku av úrskurðinum: 

Fyri feløg:

a) bót størri enn kr. 10.000;

b) at missa heimavøll i meira enn 1 dyst;

c) bann fyri at flyta leikarar;

d) at dystir skulu leikast uttan áskoðarar;

e) at dystir skulu leikast á uttanveltaðum vølli;

f) um felag verður dømt at tapa dyst;

g) frátøka ella tillutan av stigum og málum;

h) at felag verður frátikið heiðursmerki;

i) at felag missur meistaraheiti;

j) um lið verður dømt at flyta í lægri deild; og

k) um felag verður koyrt úr kapping.


Hetta vísir endaliga niðurstøðan í málinum á. Sum sæst omanfyri fellur hetta dømi, ikki undir hesa grein og verður tí eingin viðgerð í Yvirkærunevndin.

Talan var um ósketni hjá KÍ, men tað kostaði ikki. KÍ og B36 skulu spæla fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið í Klaksvík mánadagin, 2. páskadag, klokkan 15.

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder