Fótbóltur

- Besta liðið skal roknast at hava spælt fyrst

Hetta sjálvt um 1. deild í veruleikanum spældi fyrst. Tað staðfestir Aganevndin í sambandi við málið um Ahmed Latif. Málið við B36 og B68 frá 2022, sum HB vísti til, varð viðgjørt undir einum øðrum stykki í § 8, tí brotið var øðrvísi.

Ahmed Latif varð rikin av vølli í Gundadali 7. apríl - tó ikki tí hann eisini hevði byrjað inni fyri 1. deild nakrar dagar frammanundan. HB kærdi fríggjadagin (Savnsmynd: Sverrti Egholm)

Ahmed Latif varð rikin av vølli í Gundadali 7. apríl - tó ikki tí hann eisini hevði byrjað inni fyri 1. deild nakrar dagar frammanundan. HB kærdi fríggjadagin (Savnsmynd: Sverrti Egholm)

2025-04-16 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ fær onga veruliga ítróttarliga revsing fyri sítt ósketni fyrr í mánaðinum, tá man lat 22-ára gamla Ahmed Issah Latif byrja inni bæði leygardag (í 1. deild) og mánadag (hjá besta liðnum í steypakappingini)

Hetta kann staðfestast, nú niðurstøðan hjá Aganevndini er komin út seinnapartin.

Sí eisini: HB fekk ikki viðhald í kæruni um KÍ

Hon sigur, at KÍ skal tapa 3-0; men ikki besta liðið. Tað er lægra liðið, 1. deild, sum endar við 3-0 tapi á skriviborðinum tí at sami spælari yvir 21 ár er byrjaður inni í tveimum dystu sama leikumfar (fríggjadagur-mánadag er eitt leikumfar). KÍ tapti tó dystin móti Víkingi í 1. deild 5. apríl (3-1), so ítróttarliga avleiðingin er ikki heilt har. Eingin bót verður heldur givin .

Í hoyringsskrivinum hjá KÍ, sum kom inn til FSF-umsitingina mánadagin 14. apríl, stendur millum annað;

- KÍ hevur tikið avgerðina í góðari trúgv við tað at talan er um tvær ymiskar kappingar – landskappingin og steypakappingin. KÍ vísur á, at í fall KÍ hevur misskilt regluverkið, verður gingið út frá, at § 8, stk. 1 í kappingarreglugerðini er galdandi, sum ásetur, at: “Tá felag leikar í fleiri deildum, roknast hægsta
deildin at hava leikt fyrst.”. Eitt møguligt brot eigur tí at fáa avleiðing fyri 1. deild í
landskappingini.

Felagið úr Klaksvík vísti eisini á eitt dømi frá 2011, har eitt smádreingjalið hjá Víkingi tapti ein dyst fyri líknandi brot - og ikki dreingjaliðið sum var tað hægra liðið.

Les úrskurðin HER

Eitt nakað øðrvísi mál - ymiskar reglur

Limirnir í Aga & Etiskunevndini vóru samdir í útleggingini hjá KÍ. Í kæru sínari vísti HB hinvegin á dømi frá 2022, tá Tobias Hansen hjá B36  í Betrideildardysti spældi sín triðja dyst í einum leikumfari: B36 vann dystin greitt, 17-ára gamli spælarin var bert á vøllinum í nakrar minuttir, men B68 kærdi og fekk viðhald.

-  HB vísir í síni kæru til mál 2/2022 hjá Aganevndini. Í hesum máli varð B36 dømt at tapa dyst móti B68 í bestu deildini fyri nýtslu av leikara yngri enn 21 ár, sum hevði spælt 3 dystir sama leikdag. B36 førdi í málinum fram, at besta liðið hjá B36 eigur ikki at fáa ítróttarliga revsing vísandi til § 8, stk. 1 um, at hægsta deildin skal roknast at hava leikt fyrst.

- Aganevndin kom í málinum til ta niðurstøðu, at talan var um ein leikara yngri enn 21 ár, og at málið tí skuldu viðgerast eftir § 8, stk. 3 og ikki § 8, stk. 1. Brotið var tí mett at vera framt í síðsta dystinum. 

Soleiðis verður greitt frá í úrskurðinum, og Aganevndin skrivar víðari, at mett verður at hetta "fríska" málið skal viðgerast eftir § 8, stk. 1 og 2 - samanhangandi. Harvið verður tað ikki tað liðið, sum í einari tíðarlinju spælir aftaná, sum verður revsað, um ein spælari gerst ólógligur.

Sí kappingarreglurnar her

Hetta kann tykjast undarligt - man kundi sagt ósamanhangandi. Men reglurnar eru rímiliga greiðar, tá man veruliga hyggur uppá tær: -  Tá felag leikar í fleiri deildum, roknast hægsta deildin at hava leikt fyrst er nýtt her. Hetta er hóast tað í roynd og veru var umvent og tískil hendan høvuðsniðurstøðan:

- Aga- og etiskanevndin metir tískil, at sjálvt um 1. deild í veruleikanum spældi fyrst, so skal besta liðið roknast at hava hava spælt fyrst. Ahmed Latif byrjaði inni fyri besta liðið, og hann kundi tí ikki lógliga leika fyri 1. deild sama leikdag.  

Les allan úrskurðin hjá Aganevndini her

Harvið tapir KÍ við einum máli fleiri í 1. deild og 2-1 sigurin á HB í áttandapartsfinaluni í steypakappingini 7. apríl stendur við. KÍ og B36 spæla fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið mánadagin - í morgin hittast HB og KÍ við Djúpumýru í landskappingardysti.

Dagført 22.14: Upprunaliga skrivaðu vit, at málið viðvíkjandi ólógligum spælara í HB-KÍ 7. apríl er av, og at HB ikki kann kæra víðari til Yvirkærunevndina. Hetta er tó ikki heilt vist. HB hevur, sambært bolt.fo, roynt at sent eina kæru inn, sum møguliga skal viðgerast í Yvirkærunevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder