Hondbóltur

HB fekk ikki viðhald í kæruni um KÍ

Tað at Ahmed Latif byrjaði inni í tveimum dystum í sama leikumfari fær ikki avleiðingar fyri luttøkuna hjá KÍ í kappingini um Løgmanssteypið - 1. deild tapir 3-0 heldur enn 3-1.

KÍ vann steypadystin móti HB 7. apríl 2-1. HB vildi hava KÍ at tapa hendan dystin fyri at nýta ólógligan spælara. Hóast hetta var tann seinni av dystunum í leikumfarinum, so kostar tað ikki KÍ, sum ikki fær nakra beinleiðis revsing (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann steypadystin móti HB 7. apríl 2-1. HB vildi hava KÍ at tapa hendan dystin fyri at nýta ólógligan spælara. Hóast hetta var tann seinni av dystunum í leikumfarinum, so kostar tað ikki KÍ, sum ikki fær nakra beinleiðis revsing (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-16 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrskurðurin hjá Aganevndini í nógv umrødda málinum um Ahmed Latif er nú gjørdur, og feløgini hava fingið hann. 

Sambært góðum keldum hjá Portalinum sigur hann, at KÍ tapir 3-0 heldur enn 3-1 í 1. deildardystinum móti Víkingi 5. apríl - talan er um ein skriviborðsósigur - men at tað ikki ávrikar steypadystin millum HB og KÍ 7. apríl.

Hetta er í tráð við onkur fordømi. Eisini er tað í tráð við § 8, stk 1 og stk. 2, um at í slíkum førum skal lægra liðið revsast. So hóast 1. deildarliðið hjá KÍ spældi áðrenn besta liðið, so skal besta liðið, sambært reglugerðini, roknast at hava hava spælt fyrst.

Hendan vann KÍ, og úrslitið 2-1 stendur við, hóast ein spælari hjá KÍ byrjaði inni tveir dystir í sama leikumfari. Felagið verður tískil ikki revsað nakað nevnivert fyri hetta ósketni: At sami spælari byrjar inni í tveimum dystum sama leikumfar.

Harvið spæla KÍ og B36 fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið 2. páskadag, mánadagin 21. apríl.

Einki framgongur um nakra bót - og KÍ og HB? Ja, tey møtast til landskappingardyst við Djúpumýru í morgin klokkan 15.

Dagført 14.10 - Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder