Fótbóltur

HB vil hava málið í Yvirkærunevndina

Tað er tó ógvuliga ivasamt, um heimild er at kæra tað víðari. Um so er, at málið um ólóligan spælara hjá KÍ endar har, kann verða neyðugt at flyta steypadyst 2. páskadag.

KÍ vann steypadystin í Gundadali 7. apríl 2-1, men valdar framvegis onkur óvissa

KÍ vann steypadystin í Gundadali 7. apríl 2-1, men valdar framvegis onkur óvissa

2025-04-16 23:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í dag varð staðfest, at HB ikki fek viðhald í kæru sínari um, at KÍ hevði nýtt ólóligan spælara í steypadystinum millum liðini 7. apríl.

KÍ vann dystin í Gundadali 2-1 men Ahmed Latif byrjaði hendan dagin fyri aðru ferð í leikumfarinum. Sambært reglugerðini verður lægra liðið - her 1. deild - tó revsað, um slíkt brot verður framt.

Sí eisini: - Besta liðið skal roknast at hava spælt fyrst

Sambært bolt.fo, hava eingin forømi verið fyri øðrum, tá talan er um spælarar yvir 21 ár. Hetta eru heldur serstakar reglar, og HB hevur í dag gjørt eina nýggja roynd. Ransin N. Djurhuus, formaður felagsins, sigur við nevnda fótbóltsmiðilin í kvøld, at HB hevur kært úrskurðin hjá Aganevndini til yvirkærunevndina.

Eingin vissa - stendur ikki í yvirlitinum

Tað er tó ikki vist, at málið endar í yvirkærunevndini, sum er hægsta rættarstigi í FSF-skipanini. 

Sum Portalurin skilur, so skal greiða fyrst fást á, um heimild er til at kæra víðari - um kærurættur er - áðrenn yvirkærunevndin møguliga skal taka onkra avgerð.

Um hugt verður eftir reglugerðina fyri Aga- og etiskanevdina, so kunnu hesar avgerðir hjá Aga- og etiskunevndini kærast til Yvirkærunevndina innan 5 dagar aftaná móttøku av úrskurðinum:

- bót størri enn kr. 10.000;

- at missa heimavøll i meira enn 1 dyst;

- bann fyri at flyta leikarar;

- at dystir skulu leikast uttan áskoðarar;

- at dystir skulu leikast á uttanveltaðum vølli;

- um felag verður dømt at tapa dyst;

- frátøka ella tillutan av stigum og málum;

- at felag verður frátikið heiðursmerki;

- at felag missur meistaraheiti;

- um lið verður dømt at flyta í lægri deild; og

- um felag verður koyrt úr kapping.

Í hesum førinum er HB ikki dømt fyri nakað av omanfyrinevndu.

Tað skal tó staðfestast, at vit ikki kenna allar smálutir á hesum økinum. 

Um so er, at málið fer í Yvirkærunevndini, so skulu aðrir persónar taka avgerð í málinum. Ætlaði dysturin millum B36 og KÍ í fjórðingsfinaluni 2. páskadag kann ikki spælast, um málið hjá Ahmed Latif er til viðgerð á hægsta stigi um páskini. 

KÍ og HB hittast í morgin í landskappingardysti. Skjótt verður greitt um málið fer víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder